Strandferðslan ger nú enn eina roynd at fáa politikararnar at játta pening til eitt nýtt skip.
Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni.
Hetta skal vera eitt eykaskip so at Strandferðslan hevur eitt gott avloysaraskip, tá ið tað er neyðugt at taka okkurt av skipunum úr sigling, antin av breki ella av óhappi, ella tí at tað skal til eftirlit.
Her verður eyðsæð ikki hugsað um suðuroyarsiglingina, men um tær smærru ruturnar.
Í fjør royndi Strandferðslan at fáa játtan til eitt nýtt skip, men tá fekst ikki undirtøka fyri tí. Men nú fíggjarligu karmarnir fyri næsta ár skulu leggjast, hevur Strandferðslan enn eina ferð sett eitt nýtt skip á ynskilistan.
Hilmar Eliasen heldur, at talan skal vera um ein nýbygt skip, tí so kann tað smíðast til endamálið, og so kann tað lúka øll stabilitetskrøv, og tað er ein stórur fyrimunur. Skip, sum lúka øll krøv, eru annars ring at finna, leggur hann afturat.
Annars skal talan verða um eitt skip, sum tekur eini 80 - 100 ferðafólk, har eisini rørslutarnað sleppa umborð og í land.
– Eitt tílíkt skip kostar einar 10 milliónir at byggja, sigur Hilmar Eliasen.
Hann sigur, at sum støðan er nú, er Súlan einasta skip, Strandferðslan hevur til taks at seta í rutu, tá ið skip mugu úr sigling.
Men hann staðfestir, at Súlan er illa hóskandi til endamálið og átti avgjørt at verið løgd. Tað er ein gamal útróðrarbátur, sum er bygdur um til ferðamannaskip, og í roynd og veru er tað eingin, ið vil vita av henni, tá ið talan er um at seta hana í sigling.
– Súlan er púra ótíðarhóskandi sum ferðafólkaskip, og hann er eisini heilt ótíðarhóskandi hjá ferðafólkum við rørslutarni, tí har er bara rúm fyri ferðafólki ið eru frísk og ferug.
Tískil vildu vit fegin kunna sloppið av við Súluna og fingið eitt eykaskip ístaðin, sum er smíðað til endamálið, sigur hann.