FØROYAR?SKOTLAND
Seinnapartin í dag verður sjøtul settur á nýggju EM undankappingina. Talan er um sjeyndu undankappingina, síðani Føroyar 12. september í 1990 spældu fyrsta og tiltikna EM undankappingardystin ímóti Eysturríki í Landskrona.
Síðani fyrsta dystin og sigurin, ið fór sum grindaboð um allan heimin, hava Føroyar spælt 58 undankappingardystir tilsaman ? 30 HM og 28 EM undankappingardystir. Í alt hava føroyingar vunnið sjey dystir, fimm eru endaðir við javnleiki, og 46 ferðir er føroyska liðið farið av vøllinum, eftir at teir hava tapt. Samlaði málmunurin í undankappingardystunum er 34?170. Í HM dystunum er málmunurin 17?92, og í EM dystunum er hann 17?78. Føroyingar hava vunnið tríggjar EM undankappingardystir ? umframt ímóti Eysturríki tvær ferðir ímóti San Marino. Føroyingar hava vunnið fýra HM undankappingardystir ? tvær ferðir ímóti Malta og tvær ferðir ímóti Luksemborg.
Í nýggju undankappingini er einki mótstøðulið av sama slagi sum San Marino, Malta og Luksemborg. Spurninguirn er tí, hvussu tað fer at hilnast hesa ferð. Styrkismetingin sigur, at mótstøðuliðini hvørja ferð fara at verða roknað sum favorittar. Men søgan sigur, at tað ikki er so víst, at Føroyar fara at tapa hvørja ferð, og at talan ikki fer at vera um serliga stórar sigrar, tá favorittarnir fara at vinna.
Tapa ikki stórt
Skotar siga, at teir verða ovurfegnir, um teir sleppa úr aftur Føroyum við øllum stigunum. Tað er væl skiljandi. Skotland hevur tvær ferðir áður spælt í Føroyum. Fyrru ferðina ? tað var í 1995 ? vunnu teir 2?0, og seinnu ferðina ? tað var í juni 1999 ? endaði dysturin 1?1.
Hatølini siga, at seinastu fýra árini hava Føroyar bara tapt tveir undankappingardystir á heimavølli við meiri enn tveimum málum. Í fjør vann Russland 3?0 í Føroyum, og Jugoslavia vann 6?0. Tað var stórt vónbrot, tá Estland í 1999 vann 2?0 á Tórsvølli, og tað hevur kenst sum vónbrot, tá Føroyar hava tapt aðrar heimadystir, tí tá hevur tað verið so tætt. Kekkia, Slovakia, Slovenia, Skotland og Sveis teljast millum tey londini, sum kunnu skriva undir uppá, at tað hevur verið sera torført at spælt í Føroyum.
Í nýggju undankappingini kann ivi kanska vera um, hvussu tað fer at hilnast ímóti týskarunum, men Skotland, Litava og Ísland kunnu ikki metast at vera mótstøðulond, sum eiga at vinna stórt ímóti Føroyum. Heldur eigur tað at vera soleiðis, at Føroyar á heimavølli eiga at hava møguleika at fáa stig ímóti teimum øllum.
Tá hetta er sagt, so eigur peikifingurin kortini at vera havdur á lofti. Tá tað fyri fýra árum síðani varð farið undir síðstu EM undankappingina, var fyrsti dysturin í Estlandi. Har høvdu føroyingar tíggju mánaðir frammanundan vunnið vinardyst 2?0. Tí varð roknað við góðum møguleika at røkka heiðurligum úrsliti. Men føroyingar vóru ikki tunaðir til uppgávuna. Jens Martin Knudsen varð rikin av vøllinum, og Estland vann 5?0! Tað var ræðuligt.
Góða avrikið ímóti Skotlandi fyri trimum árum síðani eigur ikki at fáa ta endurtøkuna, sum góða avrikið í Estlandi undan EM dystinum kanska var orsøk til.
Sterk eind
Tá føroyingarnir renna inn á Svangaskarð seinnapartin í dag, eru teir fullgreiðir yvir, hvat skal til, um teir skulu røkka góðum úrsliti, og tað eigur at verða roknað við, at teir fara at megna uppgávuna. Um teir fara at vinna, um tað verður javnleikur, ella um skotar sleppa úr Føroyum við teprum sigri ber ikki til at siga. Marginalir, hvussu fyrsta løtan myndast og meiri av tí slagnum hevur so nógv at siga.
Føroysku spælararnir hava fleiri landsliðsroyndir, enn skotsku mótstøðumenninir hava, og skotska liðið er undir nógv størri trýsti, enn føroyska liðið er tað. Samantalda talið fyri teir tjúgu skotsku spælararnar, sum eru í Føroyum, er 171 landsdystir og 10 mál. Teir átjan føroysku spælararnir hava spælt 410 dystir og skorað ellivu mál. Í miðal hevur hvør føroyskur spælari spælt næstan 23 landsdystir. Skotarnir hava í miðal verið á landsliðnum 8,5 ferðir.
Føroyski venjarin hevur fyrstu ferð ábyrgdina av landsliði í undankappingardysti. Sum spælari veit hann, hvat tað snýr seg um, og tað eiga føroysku spælararnir eisini.
Sammett við undanfarnu kappingarnar eru færri spælarar úr útlendskum feløgum á føroyska liðnum. Tí hava spælararnir nú møguleikan at prógva, at tað ikki nýtist at síggjast aftur í avrikunum og úrslitunum, at teir spæla í føroysku kappingini og ikki í útlendskum ligum.
Skotski venjarin Berti Vogts hevur í summar sagt, at teir í Skotlandi ikki í nóg góðari tíð hava gjørt tað ættarliðsskifti, sum hann heldur átti at havt verið gjørt. Tá hugt verður at føroyska liðnum, so er skjótt at staðfesta, at tað hongur væl saman millum royndu og minni royndu spælararnar.
Jens Martin Knudsen er einsamallur eftir av teimum, sum vóru við, tá Føroyar í 1988 fingu limaskap í altjóða fótbóltsfamiljuni. Óli Johannesei var fyrstu ferð á landsliðnum í 1992. Teir báðir eru teir einastu, sum spældu á landsliðnum, meðan Páll Guðlaugsson hevði ábyrgdina.
Av teimum, sum komu á liðið skjótt eftir, at Allan Simonsen var vorðin venjari, eru Jens Kristian Hansen, Julian Johnsson, Jákup Mikkelsen og John Petersen við ímóti Skotlandi. Hinir tólv, sum fara á Svangaskarð í dag, eru allir komnir á liðið seinastu fýra árini. Undantakið er Pól Thorsteinsson, sum spældi fyrstu ferð á landsliðnum niðri á Malta í apríl 1997.
Hans Fróði Hansen og Jóhannis Joensen hava bara verið landsliðsspælarar seinastu 3?4 árini. Í hvussu so er Jóhannis, sum er 32 ára gamalur og harvið elsti útispælarin á átjan manna liðnum ? teir báðir málverjarnir eru eldri enn so ? kann ikki roknast at eiga so nógv landsliðsár eftir.
Fleiri av teimum, sum eru komnir á liðið seinastu fýra árini, og sum harvið mugu roknast at skula bera landsliðið í næstu undankappingunum, eru longu skrásettir fyri fleiri landsdystir, enn nógvir av skotsku spælararnir hava spælt. Tað plagar at vera soleiðis, at flestu spælararnir í fyrstu atløgu verða skiftir inn og harvið ikki hava spælt so nógv, sjálvt um dystartalið er høgt. Soleiðis hevur tað eisini verið hjá nýggja ættarliðnum á føroyska liðnum, men nú eru fleiri teirra fastir menn á liðnum. Í dag fara Jón Rói Jacobsen, Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen, Christian Høgni Jacobsen og Rógvi Jacobsen/Heðin á Lakjuni/Hjalgrím Elttør/Andrew av Fløtum at umboða nýggja ættarliðið á liðnum.
Grundlógardag í 1999 vóru føroyingar vitni til minnisríkan fótbóltsdyst á Svangaskarði. Hans Fróði Hansen javnaði til 1?1 í síðstu løtu. Útlitini fyri endurtøku eru ikki heilt av leið. Týdningarmiklast er, at spælararnir gera sítt ítarsta. Stóra áskoðarafjøldin fer at bakka teir upp. So fáa vit at síggja, hvussu tað fer at roynast. Teimum verður ynskt alt tað besta.