Royndu at snýta fólk fyri pengar

Onkur hevur roynt at lumpað pengar frá fólki við at gera sær dælt av eini kapping hjá teimum, sum skipa fyri Bryggjulaksi í morgin

Í sambandi við laksatiltakið, sum skal vera í Vágsbotni í morgin, hava fyrireikararnir skipað fyri eini kapping um at vinna laks.

 

Men í gjárkvøldið fingu tey ein hvøkk, tá fólk sendu teimum boð, sum tey høvdu fingið frá onkrum, sum segði seg vera fyrireikararnar, »Bryggjulaksur«.

 

Tey fingu boð um, at um tey skuldu vera við í kappingini, so skuldu tey melda seg til á »offisiellu heimasíðu«, har tey millum annað skuldu uppgeva kontonummar fyri at vera við.

 

– Vit vendu okkum til løgregluna, men tey fingu einki gjørt, var svarið, sigur Bogi Andreasen, sum er ein av fyrireikarunum

 

– Men um onkur hevði latið kontonummar ella var snýttur á annan hátt, so var tað eitt mál fyri løgregluna, varð sagt.

 

Sum teksturin er orðaður í boðunum, kundi talan verið um útlendingar, sum hava brúkt googletranslate at umseta tekstin.