Roynt eigur at verða at fáa fatur á miðfláunum

- Stór gil og rivur eru í støðum, men hesi vísa seg at ganga systematiskt. Tað hevur tí stóran týdning, hvussu tú kemur inn á hesar rivur. Verður borað paralelt við rivurnar, kann tað gerast torført at koma burtur úr teimum, segði Martin V. Heinesen, jarðfrøðingur, sum er í áhugabókinum, ið legði uppskotið fram um tunnil millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið

Tunnilssamband

Á fundinum á Svangaskarði týskvøldið um undirsjóvartunnil millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið, greiddi Martin V. Heinesen, jarðfrøðingur, í stuttum frá jarðfrøðiligu viðurskiftunum á leiðini, har skotið verður upp at byggja tunnilin.
Hann legði dent á, at ongar veruligar kanningar eru gjørdar, men at hugt hevur verið eitt sindur at fyritreytunum.

Miðfláirnar best
Martin vísti eitt einfalt kort yvir Føroyar og leiðina tvørtur um Tangafjørð, sum er fjørðurin millum Eysturoyarlandið øðrumegin og Hvítanes hinumegin. Hann hevði eisini eitt dýbdarkort av hesi leiðini, sum fólk kundu síggja.
- Ymiskt er, hvussu grótið er skikkað, men høvuðstrekkini ganga aftur. Vit hava tær tríggjar fláirnar; tær ovastu, miðfláirnar og so tær niðastu.
Jarðfrøðingurin segði, at flestu tunlarnir í Føroyum eru bygdir
gjøgnum miðfláirnar, sum eru best egnaðar til tunnilsgerðir.
- Roynt verður tí at fáa fatur á miðfláunum, tá ið tunlar skulu
byggjast, og hesar fláir hella í ein landsynning.
Hann vísti tó á, at tunnilin millum Hvalba og Trongisvág, sum tann fyrsti í Føroyum, liggur rættiliga niðarliga í flágunum, og tað sama er við tunlinum til Sumbiar, har stórir trupulleikar vóru við lendinum.

Norðrari er betur
Martin segði, at tess longur norður á Tangafjørð, vit koma, tess betur sær út, tí her er størri møguleiki fyri, at vit skjótari fáa fatur á miðfláunum.
Hann vísti á, at miðfláirnar fara í sjógv á Strondum, Saltnesi og á Sundi.
- So, her eru vit á markamótinum, sum hann tók til.
Martin segði, at lendið um Hvítanesarleiðina er nakað "stokkið",
og tað sama er galdandi á leiðini við Raktanga á Strondum og sunnanfyri Nes bygd. Eisini við Flesjarnar síggjast rivur.
- Stór gil og rivur eru í støðum, men at síggja til, ganga hesi systematisk. Verður rætt farið fram, kann byrgjast uppfyri tí mesta av tí, sum nú einaferð verður á leiðini. Men jú færri rivur eru, tess lættari er at koma ígjøgnum.
Torført er tó at siga, hvat kann stinga seg upp, tá ið tú arbeiðir í undirgrundini, har øll viðurskifti ikki eru kend til fulnar.

Vinkulin stóran týdning
Hann segði, at tað hevur stóran týdning, hvussu vinkulin sær út, tá ið tú kemur á hesar rivur.
- Verður borað paralelt við rivurnar, kann tað gerast ein stórur trupulleiki, tí tá kann verða torført at koma burtur úr teimum aftur. Tí eiga vit at hyggja væl eftir, hvar hesar rivur eru, segði jarðfrøðingurin í áhugabólkinum, Martin V. Heinesen.