Eftir kanning av dálkingarstøðuni kring brennistøðirnar staðfesti Heilsufrøðiliga Starvsstovan at dioxin-nøgdin í seyði var væl størri her í mun til í økjum langt burturi frá brennistøðunum. Úrslitið bleiv at Starvsstovan setti krøv um uppsetan av filtrum til reinskan av roykinum og at hesi skulu verða sett upp innan ávísa freist.
Føroya Nátturuverndarfelag skipaði fyri Orku- og Umhvørvisráðstevnu í Norðurlandahúsinum 2 og 3 mai har verandi støða bleiv gjølliga lýst av føroyskum luttakarum umboðandi SEV, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, IRF, o.ø. og innbodnir útlendingar hvør við sínari sergrein innan vindorku, sólarorku, brennikyknur og biogassskipanir vístu á hvussu gongdin var aðrar staðir. Íslendingar høvdu umboð frá Altinginum og felagið VistOrka segði okkum frá teirra ætlanum innan geotermiska orku og framleiðslu av brennievninum vetni til flutning á landi og sjógvi. Ráðstevnan kundi m.a. staðfesta at SEV nú hevði tikið til eftirtektar av vindorka eisini varð ein møguleiki her hjá okkum.
Í summar kom fram at Tórshavnar Skipasmiðja hevði útlát av tungmetallum, ið m.a. stavaðu frá skipsmálingini, og at afturvendandi oljudálkan av vánni var ein stórur trupulleiki.
Sílaveiðufelagið hevur vakið eyga vit umstøðunum í og kring vøtnini við Leynar og í Saksun, og kærdi bóndan í Leynum fyri friðingarnevndina tá grevstur var framdur fram við ánni, ið rennur úr Leynavatni. Staðfest var at hetta ikki kundi góðtakast sambart friðingini av økinum og at viðurskiftini skuldu setast aftur í uppruna stand.
Landsstýrið tók avgerð at seta á stovn Agenda 21-skrivstovu, ið skuldi vera ráðgevi hjá kommununum. Fleiri kommunur søgdu seg vilja hýsa skrivstovuni, ið ikki er sett á stovn enn, mest vegna innanhýsis klandur um hvar henda skal verða.
Annar ST- fundurin um fátækradømi og burðardygga menning varð hildin í Johannesburg og vóru Føroyar umboðað sum partur av donsku sendinevndini.
Úrslitið var heldur soltið einamest tí m.o. USA ikki vildi ganga krøvunum um minking av vakstrarhúsgassum á møti, og somuleiðis máttu vit herheima staðfesta at landsstýrið heldur ikki vildi taka undir við Kyoto-ískoytissáttmálanum við grundgevingini at vit ikki kendu dálkingarstøðuna.
Kanning bleiv síðan sett í verk og vísti úrslitið, at vit í 1995 lógu triðovast á listanum fyri útlát av vakstrarhúsgassum. Mikið rumbul er íkomið av hesi vána støðu, og enn hevur landsstýrið so ikki lagt fram nakað miðvíst, ið kann minka um dálkingarnøgdina. Sambært Kyoto-avtaluni skulu vit minka okkara part við 5% inntil 2012 grundað á útlátið í 1990.
Hildnir eru 4 nevndarfundir síðan seinasta aðalfundin. Hin 25.mai og 14. desember 2002 og 5. februar og 19 marts í ár. Serstøk mál, ið nevndin hevur viðgjørt eru gamla málið í Sandvíkum, ið opinbart er endaligt avgreitt. Málið hevur verið til kanningar hjá løgtingsins umoðsmanni, ið sigur seg ikki kunna viðgera fyrisitingarlig mál uttan fyri heimastýrislógina. Yvirfriðingarnevndin er eftir hesum at døma uttan fyri føroyska fyrisitingarlóggávu, men undir danska dómsvaldinum og løgmálaráðnum.
Annað mál er friðing av mølini í Fámjin. Yvirfriðingarnevndin sigur í niðurstøðuni frá 30. januar í ár, at ein samd nevnd staðfesti úrskurðin hjá friðingarnevndini fyri Suðuroyar sýslu, at "friðing av felagsmølini ? strondini ? í Fámjin, ikki verður gingin á møti". Sagt verður, "at umrødda tøka av gróti úr strondini í Fámjin, ikki skemmur natúruna og heldur ikki ger nakran skaða. Nevndin er samd, at talan ikki er um sermerkt landslag, sum fer fyri skeyti, um nakað av malagróti verður tikið i mølini. Somuleiðis er nevndin samd, at umrødda økið ikki hevur vísindaligt ella søguligt virði, vakurleika ellla sereyðkennir, og tí ikki kan friðast sambært § 6 í lóg nr. 48 frá 9.juli 1970."
Avgerðin er sera óheppin og kann hava við sær precedens í øðrum líknandi málum. Skriv kann sendast til kommununa, at hon sjálv tekur stig til at friða mølina. Hetta kann gerast sambært byggi- og býarskipanarlógini, har økið verður lagt út til "frílendi" og at serstakar treytir verða settar í byggisamtyktina.
Ársfundurin hjá norðurlendsku náttúruverndarfeløgunum varð í ár fyriskipaður av Danmarks Naturfredningsforening í vikuskiftinum 16. til 18. august.
Umsókn um stuðul til ferðina varð send Oljumálastýrinum, men ikki gingin á møti orsakað at freistin at søkja var úti 1. mars. Síðan varð umsókn send Norðurlandahúsinum, ið hevði lítla játtan tøka, og fingu vit har 2.700 krónur í stuðli.
Kári fór á fundin, ið varð skipaður við leigaðum bussi til Kastrup floghavn har tikið varð ímóti norðurlendsku umboðunum.
Leiðin gekk síðan suður eftir til Avnø og økið kring stórt vaðøki, har nógvur vað- og rovfuglur heldur til fyriuttan heilt nógvur kópur. Leiðin gekk víðari við ferju til Langeland har grunnurin Danmarks Naturfond undir Danmarks Naturfredningsforening eigur og rekur stóran harragarð nevndur Skovsgaard. Talan er um landbúnaðar- skógar- og strandaøki góðar 247 ha, ið verður rikið á reint vistfrøðiligum grundarlag. Forvitnisligt er at allar markir og skógarøki eru hegnað inni á gamlan hátt við livandi hegni, runnum og eikitrøðum. Eingin drening verður framd á markunum og alt verður hildið á treytum náttúrunar. Harragarðsøkið sigst verða eitt av størstu økjum, har alt enn er skipað í einum uppruna landbúnaðaranda.
Fundurin varð skipaður í tveimum har seinraparturin 16. august var hildin í stóra salinum á Skovsgaard, og annar parturin á Æbelø, ið er friðað oyggj norður úr Fyn.
Á Skovsgaard løgdu einstøku londini stutt fram um týdningarmikil mál og uppgávur síðan fundin í Íslandi.
Serstakt varð, at Grønland hevur fingið náttúruverndarfelagið UPPIK (snjóugla) sett á stovn.
Endamál felagsins er (í stuttum) at virka fyri vernd og burðardyggari gagnnýtslu av grønlandsku náttúru- og landslagsvirðunum. Formaðurin Jens Peter Lange greiddi m.a. frá, at trupult var at fáa folk at skilja týdningin í náttúruvernd. Fólk eru afturhaldandi fyri slíkari umhvørvisvernd og hómast enn nakað av tíðini frá Greenpeace og teirra aktivitetum í Grønlandi.
Aðrir trupulleikar eru partvís at bæði danskt og grønlendskt mál skal nýtast, og partvís at eingi fyrilit verða tikin fyri náttúrutilfeinginum. Nógvir og skjótir bátar eru til, nógvar byrsur, og alt verður skotið. Reinsdjórakvotur eru settar við tí úrslitið, at nógvur fuglur er skotin.
Við UPPIK eru nú náttúruverndarfeløg í øllum norðanlondum.
Evni, ið viðgjørd vóru a Æbelø var m.a. burðardygg menning og royndir frá altjóða og lokalum átøkum, samt felags stig í samband við fundin í Johannesburg.
Gjørt varð felags skriv, ið varð sent 19. august, til norðurlendsku umhvørvismálaráharrarnar, ið høvdu fyrireikandi fund í Trondhjem 21- og 22 august. Heitt varð a fundin at fremja nakað í verki, tá gjørdar eru greiningar, kanningar og frágreiðingar í ríkiligt mát. Stategiin "Nýggj kós fyri norðanlond" skal evaluerast fjóra hvørt ár, og skal hetta m.a. gerast sambært Århus-konventiónini við kunning til NGO-feløgini um hvussu framtíðar samstarv er ætlað.
FNU hevði fingið á skránna viðger av uppskoti, at norðanlondini Grønland, Ísland og Føroyar kundu skipast sum fordømi innan burðardygga menning, partvís vegna einháttaða støðu sum fiskivinnutjóðir og partvís at indnaðar- og búsetingarmynstrið var sambarligt - eftir geografisku umstøðunum. Uppskotið varð væl móttikið við áheitan at gera meira miðvísa ætlan til komandi fundin.
Landvernd hevði aftur frammi evni um viðger av trupulleikum í nýtslu av náttúruøkjum og økisnýtslu sum heild. Stórmálið hjá íslendingum er Kahranjúkar-verkætlanin, og bleiv í tí sambandi gjørd felags samtykt, ið tók undir við niður-støðuni hjá Statens Direktorat for Arealplanlegging, at verkætlanin ikki kundi góðkennast vegna stóra skaðan hetta vildi hava við sær á náttúruna. Niðurstøðan hjá stovninum bleiv seinri tileinkisgjørd av umhvørvismálaráðharranum og við fylgjandi undirtøku av Altinginum.
Norska náttúruverndarfelagið gjørdi uppskot til felagsskriv til mótmæli til Ensku stjornina, at man haðani í stundini gav boð um at steðga øllum útlátum at m.a. technetium-99 frá Sellafield. Radioaktiva dálkingin fer út í Norðsjógvin, fram við donsku, svensku og norsku strendurnar, og sæst eisini í Barensthavinum og á Svalbard. Evnið sæst m.a. í tara og skjeljadjórum og er fleirfaldað síðan 1994. Innihaldið er i løtuni yvir 600 bequerel fyri hvørt kilo (turrevni), ið er gott helvtin av nøgdini EU setur sum mark fyri innihaldinum í matvørum - eftir atomóhappi.
Áheitan varð eisini send norðurlendsku stjórnunum, at gera sítt til at leggja trýst á ensku stjórnina.
Åland Natur og Miljø greiddi frá vindorkuætlanum teirra. Sum er hava teir sjókaðal til meginøkið samt 12 myllur frá 500 til 600 kw hvør settar upp ymisk støð á oynni. Ålands Vindkraft arbeiðir við uppsetan av 7 off-shore myllum á 1800kw. Fíggjað er við m.a. nøkrum túsund anpartum har Vindkraft-felagið hevur tær uml. 1000. Góð 23% av orkuni verða tá framleidd frá vindi.
Norges Naturvernforbund tók fult undir við vindmylluuppsetan, tó at hetta skuldi gerast eftir skipaðum viðurskiftum.
Annað, ið havt var frammi, var m.a. at íslendskar kommunur hava sett upp lokal Agenda 21 verkætlanir.
Í Finlandi er vistfrøðin við at vinna fram. "Vistfrøðiligt fótspor", verður sagt um felags átekning ella merki, ið skal verða trygdin fyri um vøra er vistfrøðiligt framleidd.
Í Noreg hava góð 10.000 fólk sett bilin frá sær annan hvønn dag, og nýta tey tá súklu ella ganga. Hetta fyri m.a. at avmarka útlatið av vakstrarhúsgassum.
Fundurin var í allar mátar sera væl fyriskipaður og heppnaðist sum ætlað. Næsti fundur verður í Helsinki hjá Finlands Naturskydsforbund í døgunum 15-17 august 2003. Stuðul er játtaður 3.mars í ár uppá 9,950 kr til luttøku á fundinum. Havast skal í huga at Føroyar standa fyri at verða vertir ár 2004.
Onnur mál nevndin arbeiðir við er skipan av tjóðgarði, og eru tvey øki funnin annað norður/vestur Streymoy og annað Hvannhagi og økið haðani til Nes í Hvalba. Upgávan er arbeiðskrevjandi men tó eitt stig rætta vegin. Vøtnini eru uppmáld og væl av skrivligum tilfari finnist. Hugsað hevur verið um uppskot at friða øll vøtn i landinum.
Talan er um at fáa gjørt heimasíðu, ið má sigast at verða avgjørt uppá sítt pláss. Spurningurin er bert hvør tekur stig at gera nakað við málið.
Fleiri serstakar hendingar hava verið uppi og vent í fjølmiðlunum seinru tíðina. FNU hevur markera seg kanska meira enn vanligt í útvarpi, sjónvarpi og fjølmiðlum. Nevnast skal konstruktiva tiltakið hjá Erling Simonsen at konvertera bilin hjá sær til rapsolju, verkætlan til uppsetan av sólkyknum á Vestmanna skúla, og annars tiltøk millum fólk og skúlaungdóm at arbeiða meira miðvíst við umhvørvismálum. Vestmenningar arbeiða við uppsetan av vindmyllum, spillorka frá brennistøðini í Leirvík verður brúkt til turking, og aðrar skilagóðar verkætlanir eru í umbúnað.
Samanumtikið heppnaðist árið væl, men nógv meira orka og skipan av uppgávunum millum nevndarlimir eigur at verða nakað, ið skal takast í álvara, so mál og uppgávur ikki draga út í langdrag.
Frá aðalfundinum 12.apríl
Nýggj nevnd varð vald og skipaði hon seg við Erling Simonsen sum formanni. Hinir nevndarlimirnir eru Eyðun Lauritsen, Saltangará, Brynjálvur Nattestad, Miðvágur, og Jóhan Christiansen og Hans Ellefsen, Tórshavn. Nýggir tiltakslimir eru Kári Thomsen og Oddmar J. Samuelsen, Tórshavn.
????????
Føroya Náttúruverndarfelag ? FNU
Kári Thomsen, formaður.