Ársins eldsál – Niels Petersen

Venjarafelagið hevur valt ársins eldsál og valið fall á tvøramannin og íðna TB viðhaldsmannin, Niels Petersen. Sjálvur er Niels ógvuliga fegin um heiðurin og hann lovar at neistin sum brennir fyri fótbóltinum í honum ikki slóknar.

 

- Hetta er ótrúliga stórt. Tað tók eina løtu áðrenn eg skilti hvussu stórt hetta er, sigur Niels við sínum eyðkenda smíli.

 

Niels Petersen hevur í nógv ár arbeitt við ungdómsfótbólti í TB og úrslitini tala fyri seg. Í næstseinasta umfari í landskappingini mátti TB verða uttan fleiri leikarar, tí teir vóru við U19 til EM undankapping.

 

- Eg havi næstan búð við vøllin við Stórá síðani hann kom. Eg búði so tætt við tann gamla vøllin, at tað var ongin trupulleiki at líka hoppa oman tá tað var eitt hvørt, men nú er tað ikki tað sama, men tað ger einki. Eg brenni fyri tí, sigur Niels Petersen.

 

Niels er fegin um heiðurin og lovar, at hugurin altíð fer at vera har.

 

- Hetta ger at eg fari at tími uppaftur betri. Neistin sum brennur fyri TB fer aldrin at slóka, so leingi hjárta pumpar. Eg havi altíð at hava áhuga fyri fótbólti, men at fáa ein slíkan heiður ger tað bara meiri hugaligar at halda fram, sigur Niels Petersen at enda.

 

Tað er nevndin í venjarafelagnum, sum hevur valt ársins eldsál. Annfinn Danielsen, sum er skrivari og kassameistari hjá venjarafelagnum, handaði Niels Petersen steypið.