Ársins fyrstu pisur klaktar

Tá ið pisurnar verða klaktar, er summarið komið. Í gjár fingu fyrstu studentarnir húgvuna á høvdið, men hesa næstu vikuna verður hetta vanlig sjón um alt landið


 Studentar
 
 
Eru smálombini eitt ósvitaligt tekin um, at várið er komið, eru studentar undir hvítari húgvu eitt líka víst tekin um, at nú er summarið komið.
Og í gjáramorgunin vórðu tær fyrstu pisurnar í ár klaktar og tað var á miðnámsskúlanum í Suðuroy.
Tær fyrstu at fáa húgvuna á høvdið, vóru tveir porkenningar, Heidi Bech, sum var ársins fyrsta pisa og Dania Sørensen, sum báðar her eru avmyndaðar á trappuni til miðnámsskúlan í Vági.
Tær eru báðar málsligir studentar og eru tær fyrstu av gott 20 pisum, ið verða klaktar í Suðuroy í ár.
Hvørgin teirra hevur gjørt av, hvat prógvið skal brúkast til og sostatt hava tær heldur ikki søkt á skúla eftir summarfrítíðina. Tær ætla sær av hava eitt sabbat ár frá skúlanum og royna at fáa arbeiði fyri at vinna eitt sindur av pengum, samstundis sum framtíðarætlanir skulu leggjast.
Seinni í vikuni og fyrst í næstu viku verða allir hinir studentarnir lidnir í Suðuroy og hesar næstu dagarnir koma so studentarnir og HF næmingarnir raplandi úr teimum fýra studenta- og HF skúlunum kring landið.
Tann 22. juni fáa studentarnir úr Suðuroy prógvini handað og dagin, eftir, 23, juni, verður pisufundur í Vági.
Gestarøðari verðru Sjúrður Skaale og fyri næmingarnar fer Jens Hákun Leo úr Hvalba at røða.