Tað er í kvøld klokkan 19, at stóra stuðulskonsertin verður í Vesturkirkjuni í Havn.
Tað hevur verið ein røð av tiltøkum kring landið til frama fyri átakið Í menniskjum góður tokki, og jólakonsertin í Vesturkirkjuni í kvøld er eitt av seinastu tilktøkunum í ár.
Hesi taka lut á konsertini: T.O.S, Martin Joensen, Jens Marni, Eva, Malan og Noomi, Lena Andersen ogTarira.
Konsertin er ókeypis, savnað verður inn til átakið, meðan konsertin er.
Vilt tú verða við at gleða eitt barn á jólum, er bara at fara á konsert í Vesturkirkjuni.