Samstundis sum lutakastið til ársins Champions League varð avgreitt í Monako í dag, so vórðu ársins leikarar í Evropa farna kappingarár eisini kosnir.
Champions League-vinnararnir úr Real Madrid gjørdu reint borð hjá monnunum, har teir fingu ársins leikara í øllum fýra ketunum umframt ársins leikara av øllum.
Hjá kvinnunum var tað danska Pernille Harder, sum fór avstað við heiðrinum sum ársins leikari í Evropa.
Ársins málverji: Keylor Navas (Real Madrid)
Ársins verjuleikari: Sergio Ramos (Real Madrid)
Ársins miðvallari: Luka Modric (Real Madrid)
Ársins áleypari: Cristiano Ronaldo (Real Madrid – nú Juventus)
Ársins leikari, menn: Luka Modric (Real Madrid)
Ársins leikari, kvinnur: Pernille Harder (VfL Wolfsburg)