Ársins leikarar í Onglandi tilnevndir

Listin yvir teir tilnevndu til ársins leikara í Onglandi kappingarárið 06/07 er útkomin. Tað er enska leikarasambandið, PFA, ið skal atkvøða um besta leikaran. Teir útnevndu eru Cristiano Ronaldo, Didier Drogba, Ryan Giggs, Paul Scholes, Steven Gerrard og Cesc Fabregas.

 

Úrslitið av atkvøðugreiðsluni verður kunngjørt sunnudagin 22. apríl.