Ársins neyðrakett

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
-----------

Eg skrivaði í farnu viku eina grein um viðmerkingarnar, sum Høgni Hoydal hevði til nýggjársrøðu løgmans. Eg samanbar viðmerkingar hansara við støðuna, tá alt nýggjárskrútið er uppbrúkt og bara tey allar seinastu físini eru eftir. Men nú vísir tað seg, at krútposin var ikki heilt tómur. Fríggjadagin hevði sami maður eina grein í bløðunum, sum var ein røð av neyðrakettum frá einum politiskum flokki, sum hevur rent seg fullkomiliga fasta. Í flestu førum var talan um endurnýtslu av gomlum krúti, men okkurt skotið av nýggjari slag var eisini at hóma innímillum.

Eg má undrast yvir, at so nógvar villleiðandi upplýsingar kunnu rúmast í eini so stuttari grein, og fari tí at gera nakrar rættingar til einstakar av teimum.

Neyðrakett nr. 1
Høgni brúkar orðini ”síðani landið fór á heysin við fullum blokkstuðli í nítiárunum...”

Hetta er eitt ógvuliga gamalt skot, sum buldrar meira enn tað upplýsur. Tað er nevniliga stórur munur á at fara á heysin við fullum blokkstuðli og at fara á heysin av fullum blokkstuðli. Vit skulu ikki gloyma, at vit reistu okkum eisini aftur úr kreppuni við fullum blokkstuðli, so tað var ikki har, ið trupulleikin lá.

Neyðrakett nr. 2
Høgni skrivar um støðuna síðani 1998, ”tá blokkstuðulin varð settur til viks...”

Hetta er beinleiðis ósatt. Landskassin fekk 920 mió. krónur í blokkstuðli í 1998, meðan samlaða avlopið hetta árið (tá blokkstuðulin er íroknaður) var bara 471,5 mió. krónur. Hetta merkir, at umleið helvtin av blokkinum varð ikki settur til viks, men fór til almennar útreiðslur í 1998.

Neyðrakett nr. 3
Roynt verður at samanbera blokkstuðulin við bruttotjóðarúrtøkuna, og sagt verður at blokkstuðulin er bara 6 prosent av føroysku framleiðsluni.
Bruttotjóðarúrtøkan sigur, hvussu stórt virðið er á tí, sum alt føroyska samfelagið framleiðir, men hon sigur einki beinleiðis um støðuna hjá landskassanum. Og tað er júst landskassin, sum hevur stórar trupulleikar at dragast við, og tað er eisini landskassin, sum fær allan blokkstuðulin.
So tá Høgni sigur, at blokkstuðulin er bara 6 prosent av føroysku framleiðsluni, so má hann eisini minnast til, at skattainntøkurnar hjá landskassanum, eru bara millum 10 og 11 prosent av føroysku framleiðsluni (men tað merkir ikki, at skatturin hevur lítlan týdning fyri landskassan).

Neyðrakett nr. 4
Høgni skrivar, at ”skattalættar vórðu givnir fyri 400 mió. undir fyrra ABC-landsstýrinum” (rætta talið er 240 mió. - men lat tað nú fara).
Av eini ella aðrari orsøk hevur hann fingið sær til vana, at vísa til skattalættarnar hjá ABC-landsstýrinum, men hann gloymir at nevna, at fullveldislandsstýrið gav eisini skattalættar. Undan valinum í 2004 sendi Høgni eitt teldubræv út í allar ættir, har yvirskriftin var ”Seks ár við Tjóðveldisflokkinum – seks ár við frambrotum”. Eitt av ”frambrotunum” ljóðaði soleiðis: ”Skattalættar eru framdir fyri knappar 400 mió. kr.”
Hvussu ber tað til at skattalættar í summum førum verða kallaðir skaðiligir og í øðrum førum eitt frambrot?

Neyðrakett nr. 5
Høgni skrivar: ”Undir fullveldislandsstýrinum varð skuldin niðurgoldin og milliardir spardar upp.”
Nú er tað soleiðis, at eitt landskassaavlop kann bara brúkast upp á tveir mátar. Annaðhvørt verða pengarnir spardir upp, ella verða teir brúktir til at niðurgjalda skuld við. Verða pengarnir brúktir til okkurt annað, so eru teir ikki longur avlop.
Hetta merkir, at um vit telja saman tað sum verður spart upp og tað sum verður goldið fyri skuld, so fáa vit eitt tal, sum svarar til avlopið.
Samlaða avlopið frá 1998 til og við 2003 var 2,6 milliardir krónur. So nógv var goldið fyri skuld og spart upp tilsamans. Men í sama tíðarskeiði fekk fullveldislandsstýrið næstan dupult so nógvar pengar (5,1 milliard krónur) í blokkstuðli umframt aðrar ríkisveitingar, sum liggja uttan fyri blokkin. Tað vil siga, at hvør einasta króna, sum fullveldislandsstýrið spardi upp og hvør einasta króna sum fullveldislandsstýrið brúkti til at gjalda skuld við, kom í landskassan sum blokkstuðul. Og harumframt rindaði blokkstuðulin 2,5 milliardir krónur fyri rakstrarútreiðslur hjá fullveldislandsstýrinum hesi árini, umframt at aðrar ríkisveitingar rindaðu annan almennan rakstur í samfelagnum.
Men Høgni sigur ikki alt hetta. Hann sigur bara: ”Undir fullveldislandsstýrinum varð skuldin niðurgoldin og milliardir spardar upp,” og hetta sigur hann í eini grein, sum hevur til endamáls at vísa, hvussu óneyðugur blokkstuðulin er.
Seinni í greinini sigur hann at ABC-flokkarnir komu til eitt búgvið borð í 2004, har skuldin var niðurgoldin og 2,3 milliardir spardar upp. Men her er hann sjálvandi so smartur, at hann telur eisini tað við, sum var uppspart áðrenn fullveldislandsstýrið kom til.

Neyðrakett nr. 6
Sætta neyðrakettin er ein av hansara nýggjaru pástandum, har hann roynir at siga, at kreppur koma ikki, tí at vit eiga ov fáar pengar, men heldur tí at vit eiga ov nógvar pengar. Eg haldi ikki, at tað er neyðugt at gera so nógvar viðmerkingar til henda pástandin, tí hvat annað skal ein maður siga, sum hevur høvuðsábyrgdina av, at fleiri milliardir av skattgjaldarans pengum eru tveittar burtur? Tá er gott at kunna vísa á, at tað kann vera vandamikið at eiga pengar.

Neyðrakett nr. 7
Við síni sjeyndu neyðrakett sigur hann, at landskassin hevði einki ár undirskot, meðan fullveldislandsstýrið sat.
Her kundi verið áhugavert at hugt eftir, hvussu býtið var ímillum árini áðrenn blokkstuðulin minkaði og árini aftaná.
Sum áður nevnt, so var samlaða avlopið frá 1998 til 2003 umleið 2,6 milliardir krónur. Men býtt ímillum tíðarskeiðið áðrenn og aftaná blokkniðurskurðin, so var avlopið 2,4 milliardir frá 1998 til 2001 og bara 0,2 milliardir frá 2002 til 2003. Í 2003 var avlopið komið heilt niður á 22,5 mió. krónur (0,02 milliardir krónur). Tá løgdu teiri eisini frá sær mitt í valskeiðinum!
Um vit ikki telja blokkstuðulin við, so var talan um eitt samlað undirskot á 2,5 milliardir krónur, meðan fullveldislandsstýrið sat og tosaði um ”sjálvberandi búskap”.
Annars skulu vit ikki gloyma, at Tjóðveldi var eisini við í CHE-samgonguni so seint sum í 2008. Tann samgongan skuldi hava eitt trýsiffrað millióna avlop á fíggjarlógini, men tá árið var liðugt, vísti roknskapurin eitt undirskot á 330 mió. krónir (aftan á at landskassin hevði fingið meira enn 600 mió. krónur í blokkstuðli).

Neyðrakett nr. 8
Spurt verður, hvat heimastýrið hevur kostað Føroyum, og spyrjarin svarar sjálvur, at sambært Caragata-álitinum, kostaðu bara 80’ini 13 milliardir út gjøgnum vindeygað.
Mín spurningur er: Á hvørjari síðu í Caragata-álitinum stendur, at tað var ”heimastýrið”, sum kostaði 13 milliardir?

Áhugaverd upplýsing
Ein upplýsing, sum Høgni kemur við í greinini, má sigast at vera sera áhugaverd. Hann sigur at blokkstuðulin hevði í dag verið 1,4 milliard, var hann ikki skorin og fastfrystur.
Hetta er sera áhugavert, tí 1,4 milliard er 800 mió. meira enn verandi blokkstuðul, og undirskotið á fíggjarlógini er eisini 800 mió. krónur – so kanska hevur Høgni Hoydal, hóast alt, funnið orsøkina til undirskotið? - Tillukku við tí!