Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at tey hava hugt ígjøgnum øll uppskotini, og avgerðin er fallin.
? Men vit siga sjálvandi onki um, hvør tann fyrsti verður, sum fær hendan heiðurin. Tað verður avdúkað, tá Jólaskipið kemur, sigur hann.
Steinbjørn sigur, at tað var við klumpi í hálsinum, at hann las øll tey mongu uppskotini, sum vóru komin inn.
? Fólk, sum ein veruliga ikki visti av, vóru í uppskoti, og tað er ótrúligt at síggja, hvussu mong tey eru, sum gera eitt so stórt arbeiði fyri borgararnar og býin, sigur hann.
Borgarstjórin sigur, at hetta verður eitt tiltak, sum verður á hvørjum ári, og tískil kunnu uppskotini, sum vórðu send inn hesuferð, standa til komandi ár.
Jólaskipið kemur til Klaksvíkar í kvøld klokkan 18, um tað viðrar. Steinbjørn fer at avdúka, hvør Ársins Rósa er í røðu sínari upp á fótbóltsvøllin.
- sae -