Ítróttarhugleiðing
Á Sosialinum var skipa fyri einari atkvøðugreiðslu millum ítróttarskrivarar um ársins ítróttarfólk, meðan Dimmalætting nú skipar fyri einari atkvøðugreiðslu millum lesarar um ársins ítróttarbragd. Eg haldi at tað er stuttligt at man roynur at samanlíkna ymisk brøgd, sjálvt um tað onkuntíð er rættuliga torført at siga um annað er betur enn hitt. Eg haldi tó at listin sum Dimmalætting hevur gjørt er í styttra lagi, og har saknið eg tvey av teimum sum eg haldi megnaðu ávikavist tað størsta og triðstørsta bragdið.
Eg vil tí við hesum brævið vísa hvørji tey 10 størstu brøgdini eru sæð frá mínum sjónarmiði, hetta verður gjørt sum eitt uppskot til ein lista yvir 10 tey bestu úrslitini í farnað árið í altjóða høpi. Lat tað verða sagt beinan vegin at tað hevur verðu sera toført at gerða hendan listan, serliga tá tað snýr eg um placeringarnar frá 4-10. Tær fyrstu tríggjar placeringarnar haldi eg verða rættuliga greiðar.
Orsøkin til at hetta einans kemur at snúgva seg um úrslit uttan fyri landoddarnar er at tað er ringt at sammeta ein føroyameistara við ein annan. Undirritaði dugir í øllum førðum ikki at siga um greipan í fóbtóltið hjá 1. mansliði hjá HB er betur enn greipan í Fótbóltið hjá 1. kvinnuliðið hjá KÍ ella um FM heitini hjá Gunnar Dahl Olsen er betur enn steypasigurin í hondbóltið hjá STÍF monnunum. Harafturat kann sýnast at nøkur meistaraheitið í Føroyum eru lættari at koma til enn onnur. Hetta hevur til dømis verði støðan innan kvinnufótbólt í bestu deildini seinnu árðini. Tað er tó so at tað einans letur seg gerða at vinna á teimum sum eru við og vinnur man allar dystir/kappingar stórt, so merkir tað einans at man er nógv betur enn tey ein kappast ímóti og ikki at man er góður ella at kappingarneytarnir eru ringir.
Úrslit har Føroyingar hava tapt verða ikki tikin við av tí at tað einans kann staðfestast at man var verri enn tey man kappaðist ímóti. Her er tó møguligt at gerða undantak um úrslitið er mált í metrum ella sekundum tí tá er møguligt at siga heilt precist hvussu gott úrslitið var hóðast man tapti. Harafturat eru persónar sum velja at luttakað fyri onnur lond í landsliðshøpi ikki tikin við tí at hesi í ítróttarhøpi ikki longur eru Føroyingar og kunna tí ikki standa fyri ársins bragd hjá føroyingum.
10. U-17 landslið í Fótbóltið
U-17 landsliði í Fótbóltið tók øll av bólið í fyrsta dystinum um norðurlanda meistaraheitið tá teir vunnu 1-0 á Danmark. Hetta úrslit er eitt sera gott úrslit fyri ungu føroyingarnar, og um teir høvdu megna at fingið eittans stig afturat í kappingini so høvdu teir verði longur frammi á listanum. Teir endaðu tó framman fyri Svøriki í bólkaspælinum og spældu um 5-6 plássið í endaspælinum har teir tíðanverri taptu 1-7 móti Finnlandi. Men ein góð kapping, og vónandi verða fleiri góð úrslit at siggja frá hesum ungu monnunum í framtíðini.
9. manslandslið í flogbóltið
Mannslandsliði í flogbóltið luttók í EM í C-bólkinum. Her gekk sera gott við tað at Føroyingar vunnu á Skotlandi og Andorra, men av tí at teir taptu mótið Kypros og Luxemburg so gjørdust teir akkurát for stuttir til at flyta upp í næst besta bólk (B-bólkin). Tað at teir megnaðu at koma so langt sum til hesa kapping og at vinna tveir av dystunum gerð at eg haldi teir eiga níggjunda plássi á hesum lista.
8. Gunnar Dahl Olsen
Gunnar Dahl Olsen hevur leingið verði ein av okkara bestu súkklarum. Í nøkur ár var hann í harðari kapping við Boga Kristiansen og Rógva Johansen um at verða tann besti, men tað synist sum um Gunnar bert blívur betur ár fyri ár, og onkur helt fyri at tað var best at hann gavst tá kappingarárið 2003 var liðugt tí ongin kundi liva upp til alt tað hann hevði klára. Men Gunnar helt fram, og er tað sera gott fyri føroyskan ítrótt at hann gjørdi so, tí at hann megnaði í 2004, annað árið á rað, at vinna kappingina Tour de Iceland, men tó haldi eg at annað plássið í Statoil Kring Føroyar er tað sum gerð at Gunnar eigur áttandi plássi á hesum lista. Hvussu sterkur hann er blivin sæst við at hann var 9 sekund frá fyrsta plássinum, men 47 min framman fyri næsta Føroying, sum var ongin annar enn Bogi Kristiansen í leingi hevur verði ein av bestu súkklarum og sum eisini hevur kappast í A-bólkin í tí sterku súkklu tjóðini Danmark.
Tað verður stuttligt at síggja um Gunnar aftur í 2005 enn eina ferð megnar at vinna øll FM heiti hann kappast um, Tour de Iceland og eitt heiðursmerkið á oyggjaleikum. Men eg roknið nú við at ein sigur í Statoil Kring Føroyar er tað sum Gunnar einamest vil vinnað og tað ynskji eg honum góða eydnu við.
7. Kvinnurnar á Scillyoyggjunum.
Føroyingar hava luttikið tey seinastu nógvu árðini í kapprógving á Scillyoyggjunum. Úrslitini hava verði eitt sindur misjøvn, men 2004 var avgjørt eitt av betru árðunum hjá føroyingum, har kvinnurnar megnaðu at blíva nummar seks eftir at hava róð seg í A-bólkin við einum tryggum sigri í B-bólkinum. Tað sum gerð hetta bragd til nakað serligt er, at kappingin ikki ferð fram í teimum bátum sum róð verður við her í Føroyum, og tann báturin, sum verður brúktur til venjing í Føroyum, er rættuliga gamal og tungur, meðan tann báturin sum kappast verður við er nýggjur og lættur. Sostattt eru tað nógvar orsøkir til at føroyingar ikki eiga at klára seg væl móti øllum teimum sum rógva í slíkum bátum til dagligt og harafturat hava saman bát til venjing sum kapping, men føroysku kvinnurnar hava víst at hóðast umstøður ikki er tær bestu so megnað tær at verða millum tey bestu.
6. Gentulið hjá Havnar fimleikafelag
Fimleikasambandið er byrjað at senda FM vinnarar til danska meistara heiti har føroysku liðini sleppa at luttaka, tó uttan fyri DM-kappingina. Í 2004 var tað Havnar Fimleikafelag sum umboði Føroyar, og har gjørdi gentuliði ikki mætari enn at vinna hesa kapping framman fyri øll tey donsku liðini. Og her skal havast í huga, at hóast Danmark kanska ikki er av sterkastu londum í rytminskum fimleiki í løtuni, so hava teir stórar traditiónir innan hendan ítrótt og støði í heimligu kappingini í Danmark er óiva á einum sovorðnum støði, at hetta bragdið hjá havnargentunum gerð at tær hava uppiborið eitt sætta pláss á hesum lista.
5. Rúni Seloy
Tað er vorðin fastur táttur at Frælsur Ítóttur Føroya sendur ungar evnaríkar íðkarar til altjóða kappingina Øresuns spelen í Helsingborg. Í 2004 vóru 1500 luttakarar úr 9 ymiskum londum við. Í 2004 var ein av føroysku luttakarnum 10 ára gamli Rúni Seloy. Hann luttók millum annað á 600 m teininum har hann megnaði at gerðast nummar tvey í einari sera harðari kapping við ein javnaldra úr Týsklandi í er kent fyri sína styrki innan frælsa ítróttin. Tíðin sum Rúni nýtti um at renna teir 600 m (1 min 51 sekund) var 32 sekund betur enn gamla bólkametið her heima. Samstundis var tað 5 sekund betur at gamla metið í Øresunds Spelen, og er Rúni sostatt tann sum hevur runnið næst skjótast á hesum teini í hesari kapping nakrantíð. Tað, sum gjørdi úrslitið hjá Rúna til nakað heilt serligt, er, at hann kappaðist á einum undirlagi, sum hann ikki er vanur við at venja á, og á einum støðið sum hann ongantíð hevur roynt fyrr, og hetta gjørdi hann móti javnaldrum sum allir eru vanir við slíkar umstøður.
Nakað sum gevur meir at hugsa um er at Rúni ikki er langt fremstur í Føroyum innan sín aldursbólk, og vísir hetta hvussu stórt potentiali er í Føroyska undgóminum.
4. Rúnið Weihe
Tað sum ofta verður sett í samband við Føroyskan flogbólt í altjóða høpi er oyggjaleikir, men seinnu árini eru føroyingar byrjaðir at spæla seg inna á lið uttanlanda. Ein av hesum er Rúni Weihe sum fór til Noregs í lestrarørindum. Har fór hann so at venja við einum felag og kom inn á liðið alt fyri eitt. Hareftir gekk einans framá og endaði hann við at vinna bæði norska meistaraheitið og norsku steypakappingina við liði sínum. Tað, at ein føroyingur spæla seg inn á eitt meistaralið í einum so stórum landið, er eitt satt bragd, sum ger, at Rúni hevur uppiborið fjóraplássið á listanum.
Liðið hjá Rúna er sligi út úr norsku steypakappingini í vetur, men vónandi megna teir enn eina ferð at vinna meistaraheitið, men ivist ikki í at Rúni hevur sum mál at koma eitt stig longur upp á pallin á oyggjaleikunum á Hetlandi, og tí ynski eg honum góða eydnu við.
3. Tódi Jonsson
Tódi Jonsson hevur í mong ár verði roknaður sum ein tann besti um ikki tann besti føroyski fótbólts spælarin. Hann hevur vunnið danska meistaraheitið fleiri ferðir við FCK. Í 2004 vann hann aftur danska meistaraheitið við felagnum, og harafturat var hann við til at vinna donsku steypakappingina. Tað sum tó ger, at Tódi í mínum eygum eigur eitt trygt triðja pláss á listanum, er, at hann so vítt eg minnist megnaði enn eina ferð at gerast tann á FCK liðinum sum skoraði flest mál í landskappingini, sostatt eigur hann sín stóra lut í gulliðnum og steypinum hjá felagnum. Harafturat er Todi tann aktivi spælarin í FCK sum hevur skorað flest mál fyri felagið yvirhøvur.
Tað hevur ikki gingið heilt eftir vild hjá FCK eftir at kappingin byrjaði eftir summarferiuna í ár, og kanska er partur av orsøkini tann, at Todi hevur verði nakað skaddur, og tí ikki hevur kunna skora tey málini sum liðið manglar í løtuni.
2. Kvinnulands liði í hondbóltið
Hondbóltskvinnurnar hava í nógv ár ikki fingið møguleikan fyri at royna seg í altjóða kappingum. Hetta broyttist í 2004 og tað var ein broyting sum kom at merkjast. Kvinnurnar luttóku í einari challenge trophee kapping í Italien. Vónirnar vóru ikki stórar undan kappingini, hetta kom eina mest av at ongin visti hvat hesar í altjóða høpi óroyndi kvinnurnar megnaðu. Kvinnurnar vunnu á so stórun londum sum Belgia, Ísrael og Finlandi á teirra veg til finaluna har tær at enda noyddust at lúta fyri Italia. Bragdið í Italia gjørdist enn meira spennandi at fylgja av ?ársins frásøgumanni!? Hilmar Jan Hansen sum, eins og onkur tók til, man verða ein av mest partísku frásøgumonnunum í søguni, og tað eru vit mong sum eru glað fyri at hann var!
Tað er sera torført hjá einum so lítlum landi sum Føroyum at gerða seg galdandi innan liðítrótt tí at tað krevst at at vit hava nógv fólk av sera høgum klassa á toppinum samstundis, meðan tað innan einstaklinga ítrótt einans krevst ein fyri at koma líka langt. Tí er avrikið hjá kvinnunum so mikið stórt at tað hevur fortjent eitt trygt annað pláss á listanum. Og eg vóni at tað fíggjarliga hjá hondbóltsambandinum lagar tað so at vit sleppa at síggja hesar kvinnur aftur á altjóða pallinum har tær hava víst at teir hoyra heima.
1. Heidi Andreasen
Eitt ítróttarfólk skaraði tó fram um øll onnur í farna árið. Tað var Heidi Andreassen sum megnaði at vinna gullmerki og seta heimsmet í altjóða kappingum, og eisini at vinna eitt bronsumerkið í 400 m frísvimjing á olympisku leikunum. Øll hesi eri úrslit sum eru av einum slíkum klassa at onnur føroysk ítróttarfólk einans kunna síggja upp til hesa ungu kvinnu, sum hevur megna at etablera seg sum ein av heimsins bestu ítróttarfólkum innan sína ítrótt. Eg havi valt at seta Heidi á fyrsta plássi, tí at honn vann bronsumerkið til OL orsøkin til at eg velji hetta úrslit framum t.d. eitt heimsmet er, at hon hevði hug at umbera at hon ikki megnaði at vinna Føroyingum okkurt gullmerkið. Her er endiliga ein føroyskur íðkari, sum torir at vísa at næst best er ikki nóg gott. Og hví skal tað verða tað, tá man hevur víst, at man kann megnað at verða best? Hví skulu vit ganga runt og verða glað fyri at tapa tá vit kunna vinna?