- Hetta er úrslitið av einum miðvísum arbeiði í Víkingi. Hetta staðfestir Svenn Ó. Olsen, kendur Víkinga-fjeppari.
Svenn Ó. Olsen heldur, at talan var um eitt sterkt kollektivt avrik hjá Víkingi ímóti Trepca 89 í 4-1 útisigrinum niðri í Kosovo. Hann heldur, at álopið gjørdi tað framúr væl, og verjan hjá Víkingi helt Trepca 89 burtur frá tí mesta.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Svenn Ó. Olsen í beinleiðis sending aftaná frálíka avrikið hjá Víkingi.
- Eg trúði uppá, at vit kundu vinna, men hetta hevði ikki droymt um, sigur Svenn Ó. Olsen um sannførandi 4-1, og samlaða 6-2 sigurin hjá Víkingi.