Úrslitaleyst bræv

Libyski leiðarin, Muammar Gaddafi, fekk einki burtur úr tí drúgva brævinum, sum hann hevur sent Barack Obama, forseta. Í brævinum bað hann forsetan virka fyri, at NATO steðgar bumbingunum. Í gjárkvøldið svaraði Hillary Clinton, uttanríkisráðharri, fyri Obama:

-Harra Gaddafi veit, hvat hann skal gera. Vit skulu hava vápnahvíld, hermenn hansara skulu fara úr býunum, og so skulu vit hava eina avgerð um, at hann skal lata valdið fær sær og fara úr Libya, segði Hillary Clinton á einum tíðindafundi, sum hon helt saman við italska uttanríkisráðharranum, Franco Frattini.

Tað var í gjár, at Obama fekk bræv frá Gaddafi. Sambært tíðindastovuni AP bað hann USA fáa NATO at steðga álopunum á Libya, sum hann lýsti sum eitt ?lítið og fátækt menningarland?. AP skrivar eisini, at Gaddafi kallaði Obama ?sonur mín?.