Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost konsernini fyri triðja ársfjórðing 2010 var 47,3 mió. kr. samanborið við 50,9 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Fyrstu nýggju mánaðirnar av 2010 er rakstrarúrslitið 156,4 mió. kr. samanborið við 142,1 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
Samlaða tikna mongdin í triðja ársfjórðingi 2010 var 4.048 tons kruvd vekt samanborið við 6.815 tons sama tíðarskeið í 2009. Fyrstu nýggju mánaðirnar í 2010 eru 15.133 tons tikin í mun til 21.715 tons sama tíðarskeið í 2009.
Bakkafrost ætlar at taka umleið 23.000 tons av kruvdum laksi í 2010 og eini 35.000 tons í 2011. Í triðja ársfjórðingi 2010 stóð Bakkafrost fyri 44% av teimum 9.200 tonsunum av laksi, sum vórðu útflutt úr Føroyum.
Nevndin í felagnum hevur avgjørt at skjóta upp fyri aðalfundinum, at um einki uppkeyp verður áðrenn komandi aðalfund, verður ein munandi partur av úrslitinum eftir skatt fyri 2010 goldið út sum vinningsbýti. Við endan av triðja ársfjórðingi var solvensurin 73%. Í framtíðini miðjar nevndin ímóti, at felagið skal gjalda 30-50% av úrslitinum eftir skatt út sum vinningsbýti, um solvensurin er oman fyri 60%.