Tvær forkunnugar konsertir verða í dag. Onnur verður í Christianskirkjuni í Klaksvík í dag kl 16.00 og hin verður í Vesturkirkjuni í kvøld kl. 20.00. Kringvarpið fer at taka upp og í hesum sambandi er Kringvarpið komið til Klaksvíkar við einum hópi av tøkniligari útgerð til at taka konsertina í Christianskirkjuni upp. Heilir tríggir bilar fullir av útgerð eru komnir til Klaksvíkiar og við teimum eru fleiri fólk komin rigga útgerðina til, siga Klaksvíkingar.
Christianskirkjan er eisini kend fyri sína ljóðgóðsku til konsertir av øllum sløgum.
Tað eru teir fýra føroysku úrmælingarnir, Sámal Petersen, Øssur Bæk, Rúni Bæk og Rúni Sørensen - allir leikandi á violin, sum spæla í Christianskirkjuni í dag klokkan 16 saman við strúkarunum í Føroya Symfoniorkestri.
Konsertin verður so endurtikin í Vesturkirkjuni í kvøld kl. 20.00.
Á skránni eru árstíðirnar eftir Antonio Vivaldi, Chacony eftir Henry Purcell, Air eftir J. S. Bach, Sæterjentens Søndag eftir Ole Bull og Chanson de Nuit eftir Edward Elgar.
Í árstíðunum av Vivaldi fara teir fýra føroyskar violinsnidlingarnir at spæla solo. Sámal Petersen spælir várið, Øssur Bæk summarið, Rúni Bæk heystið og Rúni Sørensen veturin.
Saman við teimum spæla strúkarar í Føroya Symfoniorkestri.
Dávur Winther tók myndina av kringvarpsbilunum uttanfyri Christianskirkjuni í dag.