Eitt reytt kort til Nani, sum aldrin átti at verið givið, kostaði Manchester United møguleikan at koma í fjórðingsfinaluna í Champions League. Cristiano Ronaldo skoraði seinna og avgerandi málið fyri Real Madrid.
Sir Alex Ferguson hevði valt at seta Wayne Rooney á bonkin, meðan Ryan Giggs var við frá byrjan. Hetta er hansara dystur nummar 1000 sum yrkisfótbóltsspælari.
Fyrri hálvleikur endaði málleysur, men tað avr ein hendingaríkur og ferðmikil hálvleikur. Nemanja Vidic rakti stongina eftir hornaspark fyri Manchester United, sum eisini hevði nøkur góð skjótálop. Real Madrid hevði bóltin meir í fyrra hálvleiki(67%), men tað var sjáldan, at vandi var á ferð frammanfyri málinum.
Beint fyri hálvleik mátti Ángel Di María fara av vøllinum við skaða. Í hansara stað kom Kaka, sum fyrr hevur skorað á Old Trafford í Champions League samanhangi. Tá fyri AC Milan.
Manchester United kom á odda tíðliga í seinna hálvleiki. Eftir eitt væl spælt álop fangar Nani bóltin í brotsteiginum. Hann leggur bóltin flatt innfyri. Danny Welcbeck fær akkurát stórtá á. Tað snýtir Real Madrid liðskiparan, Sergio Ramos, sum tætt undir málinum setur fótin á og bólturin fer í málið.
Fáar minuttir seinni fekk Nani beinleiðis reytt kort. Hann stingur beini høgt upp í loft fyri at temja bóltin, men endar við at raka Alvaro Arbeloa í búkin. Einki bendir á, at Nani visti av, at mótstøðuspælarin kom rennandi eftir bóltinum, men tað metti dómarin og gav honum reytt kort. Sir Alex Ferguson var ikki óvæntað í øðini um reyða kortið.
Minuttirnar eftir útvísingina trýsti Real Madrid vertirnar í botn. Inn kom eisini Luka Modric. Miðskeiðis í seinna hálvleiki, tíggju minuttir eftir útvísingina, meddaði Luka Modric til uttanfyri brotsteigin. Bólturin brast í stongina og í mál. Bara tríggjar minuttir seinni avgjørdi Cristiano Ronaldo dystin, tá hann prikaði eitt millumting millum eitt innlegg og eitt skot frá Gonzalo Higuaín í málið.
Restina av dystinum høvdu bæði liðini stórar møguleikar. Kaka rakti stongina, meðan Diego Lopez stórbjargaði stútara í Real Madrid málinum.
Real Madrid er saman við Borussia Dortmund víðari til fjórðingsfinalurnar í Champions League.
Champions League 1/8 finalur:
Manchester United (1) (1) Real Madrid 1-2 (0-0)
1-0 Sergio Ramos, 49 Sjálvmál
1-1 Luka Modric, 66
1-2 Cristiano Ronaldo, 69
Real Madrid vinnur samanlagt 3-2
Borussia Dortmund (2) (2) Shakhtar Donetsk 3-0 (2-0)
1-0 Felipe Santana, 31
2-0 Mario Gotze, 37
3-0 Jakub Blaszczykowski, 59
Borussia Dortmund vinnur samanlagt 5-2