Ruðuleiki í bogaskjótingini

Uppteljingin av kappingunum í bogaskjóting á Oyggjaleikum kiksaði fullkomiliga, og síðani hevur drama verið í luftini, meðan bíðað hevur verið eftir úrslitinum í kappingunum, har Føroyar hava ligið til fleiri heiðursmerki Kappingin í bogaskjóting, sum endaði nakað eftir middag, fekk als ikki tann enda, sum hon skuldi havt fingið.

Orsøkin var, at tá ið úrslitalistin kom upp at hanga, vístu fleiri skjúttar á, at hann var skeivur. Í fleiri førum var stórur munur millum úrslitalistan og tað, sum skjúttarnir sjálvir høvdu skrivað niður.

Leiðararnir fyri kappingina gjørdu tí av at telja alt av nýggjum, og síðani hevur verið bíðað eftir úrslitinum av kappingunum í compound og recurve.

Føroyar hava ligið til fleiri heiðursmerki í bæði lið- og einstaklingakappingunum, men enn eru úrslitini ikki váttað.