? Eg skal í hvussu so er ikki sita í einum flogfari gamlaárskvøld. Hevur tú hugsað tær, hvat kann henda?
Hesa viðmerking hevur tú helst hoyrt áður.
Eins og tú hevur hoyrt ræðumyndina um flogfør, ið renna saman í luftini, tí skammlop hevur verið í telduskipanini og teldurnar gerast ørar, orsakað av, at árið skiftir frá 1999 til 2000.
Tann í fyrstu atløgu lítisverdi árstalstrupulleikin í teldum og tøkniligum skipanum er so líðandi vorðin eitt væl umtókt samrøðuevni á familjuveitslum, døgurðaveitslum og við kaffiborð kring allan knøttin.
Ein eftir ein koma regluligar ræðusøgur, hvør verri enn onnur, fram í miðlunum: Hugsa tær, um streymurin fór í bæði hálv og heil samdøgur í milliónbýum kring allan heim. Er tað trygt at liggja á sjúkrahúsi gamlaárskvøld? Hvat hendir, um stýrisskipanirnar á kjarnorkuverkunum brádliga svíkja. Og eru umfatandi kjarnorkuvápnaskipanirnar hjá USA tryggjaðar móti einari telduvillu, ið ikki ber til at vita nakað um frammanundan?
Onkur tøkniserfrøðingur hevur gjørt vart við, at tær mongu ógvusligu ræðumyndirnar sjálvandi gera vart við ár 2000 trupulleikan, men tær gera eisini, at fólk ikki hugsa um veruliga trupulleikan, tí ræðumyndirnar gera, at fólk ímynda sær, at alt sindrast.
Tá 99 verður til 00
Men hvat skulu vit leggja til merkis?
Trupulleikin er gomlu teldurnar, sum, fyri ikki at nýta ov nógv av avmarkaða plássinum í teimum, vórðu gjørdar soleiðis, at dagfesting og árstal vórðu skrásett við tveimum tølum. 1988 gjørdist 88, 1992 gjørdist 92, og so framvegis.
Eingin hugsaði tá um, hvat fór at henda, tá vit komu til 1999, og tað gjørdist gamlaárskvøld. Tá 99 gerst 00.
Teldan fer eftir øllum at døma at halda, at nú eru vit í árinum 1900. Ella kanska 1980. Ella okkurt heilt triðja. Ársskiftistrupulleikin kann elva til smáar trupulleikar og ørkymlan í lítlu stýrisskipanini hjá telduni sjálvari, men skal hon samskifta við aðra teldu, ið er nýggjari og veit, at vit nú skriva ár 2000, ja, so hava vit ruðuleikan.
Telduserfrøðingar vilja vera við, at talan er um ein fjøltáttaðan trupulleika. Teir siga tað vera lætt at royna eina stýrisskipan og síggja, um hendan klárar ársskiftið. Og kanska ber eisini til at royna tvær stýrisskipanir saman. Men at royna allar skipanir, forrit og annað samstundis, fyri at síggja, um tey virka saman eftir ársskiftið, gerst beinanvegin truplari.
Dagfestingarskipanin er nevniliga ikki bert í teldum og forritum, men finnist eisini í teimum evarska lítlu "chippunum", ið sita goymd í flestu tøkniligu lutum. Tískil tora tøkingar ikki at lova, at vit sleppa undan einum tøkniligum ár 2000 trupulleika.
SAS torir á flog
At tað er torført at gera sær trupulleikan greiðan, fáa vit staðfest, við at venda aftur til flogførini eina løtu.
Sum dømi kann nevnast, at SAS torir at senda flogfør á flog nýggjársnátt. Hálendska flogfelagið KLM vágar sær ikki. Av ræðslu fyri teldutrupulleikum, hevur felagið givið boð um, at hesa nátt skulu øll flogfør verða verandi á jørðini.
Hjá SAS halda tey tað vera í lagi at ræðast ár 2000 trupulleikan, men tey siga seg ikki hava funnið nakrar trupulleikar í tøkniligu skipanunum, ið gera, at tey ikki kunnu fara á flog. Men lagt verður afturat, at um ivi stendst av gjøllari kanningum, hevur felagið enn møguleika at skifta meining.
Í løtuni, átta mánaðir áðrenn stóra ársskiftið, vita tey fægstu, hvat ár 2000 trupulleikin kemur at merkja. Greinarar og tøkningar eru bert samdir um eitt: Tað er ringt at siga, hvat fer at henda.
Flestu teirra tora tó at siga, at ársskiftið bert fer at hava smáar og øsandi trupulleikar við sær. Til dømis, at sjónbandaspælarin ikki vil taka upp, at lønin kemur nakrar dagar ov seint og at ljóskurvarnar koma út av takt.
Sum vanligur miðalborgari fer helst at bera til at liva við trupulleikunum - í hvussu so er nakrar av teimum fyrstu døgunum í tí nýggja árinum. Verri kann vera hjá stórum virkjum og fyritøkum, ið fíggjarliga eru tengd av masikinum, ið rigga og útvegafólki, ið útvega tænastur og vørur.
Nýggj oljukreppa
Spátt er um húsagang og kreppu í fíggjarheiminum. Men spyr ein um avleiðingar fyri samfelags-, ja, alt heimsgjaldførið, eru hugsanirnar aftur ymiskar.
Høvuðsfíggjarleiðarin hjá Deutche Bank Securites er 70 prosent vísur í, at heimssamfelagið rennir seg í eina kreppu, ið líkist oljukreppuni í sjeytiárunum, tá stigið verður inn í næstu øld. Hinvegin heldur høvuðsfíggjarleiðarin í bretska NatWest Group, at vesturheimurin bert fer at merkja eina niðurgongd í fíggjarvøkstrinum á eitt hálvt prosent, orsakað av trupulleikunum viðvíkjandi árinum 2000.
Fíggjarligt maktarloysi ella ikki, heimurin heldur áfram gongd sína. Og nakað ragnarok í heimsskipanini, fíggjarheiminum ella heimsmyndini verður ikki talan um, ljóðar stutt og greitt frá meirilutanum.
Hóast alt sleppur ræðslan av og á framat. Til dømis tá bretski ár 2000 bólkurin fyri nøkrum mánaðum síðani heitti á allar bretar, um at hava eina lítla goymslu av dósamati til taks, tá stigið varð inn í ár 2000.
Um nú okkurt fór at henda...
Áheitanin varð tó tikin aftur, eftir stóra ósemju í bólkinum og ábreiðslur frá fleiri almennum síðum.
Goyma seg í fjøllunum
Ræðslan fyri, at tøknin fer út av lagi um túsundársskiftið, kann fyri nøkur vera torfør at halda skil á.
Í USA eru fyrstu amerikufólkini longu rýmd úr stórbýunum, og hava tey sett seg niður í fjøllunum, sannførd um, at undirstøðukervið (infrastruktururin) rapar, og hevur við sær óskil og harðskap eftir ársskiftið.
Á internetinum finst ein rúgva av heimasíðum frá smáum átrúnaðarligum bólkum og fanatiskum teldufólkum, ið øll geva ráð um, hvussu ein á einfaldan hátt kann lívbjarga sær. Ráð um at keypa sær vápn, dieselgeneratorar og turrfrystan mat.
So víðgongd eru vit sjáldan her heima á klettunum. Og enn hevur eingin leitað sær skjól í Dímun ella Mykinesi, fyri á bestan hátt at sleppa undan ár 2000 trupulleikanum. Í hvussu so er vita vit enn ikki um nakran, men 251 dagar eru enn eftir...