Rubio í krovið á Trump

10. kjakið millum forsetavalevnini hjá republikanarunum gjørdist tað harðasta higartil.

Marco Rubio leyp í krovið á Donald Trump fyri fyrstu ferð í einum kjakið í hesum valstríðnum. Hetta er ein týðilig ábending um, at Marco Rubio veit, at hann má minka um leiðsluna, sum Donald Trump hevur í veljarakanningunum.

 

 

Kjakið millum tey fimm valevnini hjá republikanska flokkinum var tað 10. í røðini og tað seinasta, áðrenn Super Tuesday 1. mars, tá veljarar í 13 statum skulu siga sína meining um, hvør skal gerast forsetavalevni í heyst.

 

 

Donald Trump hevur vunnið tríggjar av fýra statum higartil og liggur greitt á odda í flestu statunum, sum skulu velja 1. mars. Tí er sannlíkt, at stríðið um at gerast forsetavalevni er avgjørt longu mikudagin, um ikki Marco Rubio ella Ted Cruz megna at gera ein vørr.

 

 

Kjakið í gjárkvøldið var nógv harðari enn undanfarnu kjak hava verið og tað tykist eyðsæð, at valevnini vita, at tað er nú, tað byrjar at gerast alvorligt.

 

 

Serliga Marco Rubio var áleypandi og fanst aftur og aftur at Donald Trump í kjakinum. Hann vísti millum annað á, at Donald Trump fleiri ferðir hevur skift meining í málinum um ólógligar tilflytarar. Hann ákærdi eisini Donald Trump fyri at vera dupultmoralskan á hesum øki, tí meðan hann nú er hart ímóti at tilflytarar skulu koma til USA, hevur hann dúgliga nýtt pólskar handverkarar at byggja síni hotell ymsa staðni í USA. 

 

- Av øllum, sum standa á pallinum nú, er tú tann einasti, ið hevur sett ólógligar tilflytarar í starv, segði Marco Rubio. Donald Trump endaði fyri fyrstu ferð í verjustøðu, og eygleiðarar vænta, at hann var tikin á bóli av álopunum frá Marco Rubio, sum annars ikki eru farnir serliga illa við hvørjum øðrum higartil.

 

 

Marco Rubio vísti eisini á, at Donald Trump, hóast hann er ovurhonds ríkur, hevur koyrt fýra fyritøkur á heysin.

- Um hann ikki hevði arvað hasar 200 milliónirnar, hevði hann selt klokkur á gøtuni, vildi Marco Rubio vera við, sum eisini vísti á, at Donald Trump fær trupulleikar, um hann ætlar sær í eitt handilskríggj við Kina. Stórir partar av klædnafyritøkunum, sum Donald Trump eigur, framleiða klæði síni í júst Kina.

 

 

Enn er óvist, um álopini frá Marco Rubio og Ted Cruz hava havt nakra ávirkan ella um tey gera nóg nógv um seg. Tíðin byrjar at renna