Talan er um fyribils tøl tí onkrar ruddingar verða afturat.
Higartil hava umleið 700 fólk ruddað. Í fjør ruddaðu umleið 1.300 fólk.
Higartil er umleið fýra tons ruddað. Talið í fjør var 18,5. Høga talið í fjørð komst av góðu uppmøtingini, men eisini tí tá vórðu dekk og havnir ruddaðar, og tað vigar nógv í mun til vanligt burturkast, sum verður samlað í posar.
Tær ruddingar, sum hava havt lokalan samskipara, og sum hava verið settar í verk gjøgnum Rudda Føroyar, eru sera væl eydnaðar. Fólk hava dugað ómetaliga væl at samskipað rudding í sínum nærumhvørvi. Summi hava skipað fyri morgunmati og gjørt ymiskt burtur úr degnum. Ávís nýggj øki hava fingið lokalar samskiparar, meðan onnur øki ikki hava havt vegna forfall.
Minni av stórum burturkasti
Mynstrið í ár tykist at vera, at tað er nógv minni av stórum ruski, sum fyllir nógv, har krana- og lastbilar skulu nýtast. Tað kann vera tí, tað er minni av tí, ella at fólk hava valt at fara eftir smærri burturkasti, sum t.d. pappír, sigarettstubbar og annað, sum fólk tveita úr bilum. Tað kann eisini vera tí, at talið higartil av ruddarum er umleið helmingurin av í fjør.
Annars hava fólk verið íðin at rudda kring Føroyar, men ov fá. Tað kundu verið fleiri, men hjá Rudda Føroyar eru tey glað fyri, at fólk fara at rudda, og at umhvørvi, burðardygd og endurnýtsla fær meira uppmerksemi.
Hjá Rudda Føroyar eru tey sera væl nøgd við samstarvið við lokalar samskiparar. Eisini er gleðiligt, at fleiri skúlar vísa áhuga í ruddingini og at hava ein slíkan dag á hvørjum ári.
Tó høvdu tey vónað, at fleiri fyritøkur, stovnar og privatfólk vóru við á ruddingardegnum.
Vónandi verða í minsta lagi líka nógvar væl eydnaðar lokalar ruddingar og væl fleiri ruddingar hjá privatfólki á ruddingardegnum í 2024.
Til ber at boða frá dálking á heimasíðuni hjá Rudda Føroyar her: https://ruddaforoyar.fo/boda-fra-dalking/