Rudolf var til arbeiðis í SvF fríggjakvøldið: ? Sjónvarpið brýtur siðvenju, sigur Starvsmannafelagið

Eitt av dagsins nógv umrøddu málum millum limir Starvsmannafelagsins er, hví sjónvarpsstjórin Tróndur Djurhuus hevði free-lancara til arbeiðis í fríggjakvøldið

Í hesum føri verður sipað til Rudolf Joensen, sum syrgdi fyri, at Gekkahjólið spann, og SVF vann sær pening.


Útvarpið hevði eisini sín V4 drátt, men hesum tók Jógvan Jespersen sær sjálvur av, og hevur Starvsmannafelagið tí einki at finnast at í hesum sambandi.


Men felagið vísir á heimasíðuni á, at Tródur Djurhuus mangan sjálvur hevur verið gekkavertur ? og tí kundi hann eisini gjørt tað fríggjakvødlið.


Og Rudolf Joensen fær eisini nøkur orð á vegnum:


? Vit kunnu harafturat spyrja, hvussu tað ber til, at ein lærari tekur arbeiði uppá seg í SVF, meðan sjónvarpsfólk berjast fyri betri løn. Lærarar trætast eisini av og á við tað almenna um lønir. Hann átti at minst til, at Starvsmannafelagið og limir tess bera oftani ta tungu byrðuna.


Føroya Lærarafeleg telist enn ikki millum tey feløg, sum hava víst sín samhuga við Starvsmannafelagnum, men Starvsmannafelagið minnir á, at tað ikki er gamalt, at uttanhýsisfólk kemur og ger eitt arbeiði í almennu loftmiðlunum, meðan arbeiðssteðgur er.