Rumenia var eitt stórlið millum 1961 og 1984

Millum 1961 og 1984 vann rumenska manslandsliðið í hondbólti fleiri HM og OL-heiðursmerki

Mynd frá tá Rumenia vann HM í hondbólti í DDR í 1974

Í annaðkvøld klokkan 19 er sannleikans tími hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti, tá Rumenia verður mótstøðuliðið í EM-undankappingardysti í høllini á Hálsi í Havn.

 

Okkara menn hava einki stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar, og skulu vit knógva eitt pláss í EM-endaspælinum heim, so mugu stig á kontuna nú. Men tað fer eisini at krevja fullan stuðul frá heimafjøldini. 

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Sendingin byrjar klokkan 18. 

 

Rumenia hevur eina stolta hondbóltssøgu, men øll tey størstu avrikini vóru framd í farnu øld.

 

Í teimum fimm HM-endaspølunum, ið vóru avgreidd millum 1961 og 1974 lá serliga væl fyri hjá Rumenia. Rumenar vunnu fýra HM-gull og eina HM-bronsu í hesum fimm HM-endaspølunum. Seinasta sprellið Rumenia gjørdi í heimsoddinum var í HM-endaspælinum í 1990, tá teir vunnu HM-bronsu. Síðani tá hevur eitt 10. pláss verið besta endastøðan til eitt HM-endaspæl.

 

Í teimum fýra olympisku endaspølunum millum 1972 og 1984 gjørdi Rumenia eisini ein veruligan vørr. Tá eydnaðist tað rumenum at vinna OL-silvur á einum sinni, og OL-bronsu tríggjar ferðir.

 

Rumenia hevur tó ikki vunnið seg til eitt OL-endaspæl síðani 1992, og teir hava ikki vunnið seg til eitt HM-endaspæl síðani 2011. Teir hava heldur ikki vunnið seg til eitt EM-endaspæl síðani 1996.

 

Tað eru tí tvey lið sum hava sera nógv at spæla fyri sum hittast tvær ferðir í EM-undankappingini hesa vikuna. 

 

 

 

 

 

Mynd frá tá Rumenia vann HM í hondbólti í DDR í 1974