Rumensk mótstøða bíðar neistakvinnum

Neistakvinnur taka lut í EHF Cup í september

Fyrr í dag hevur verið lutakast til fyrsta umfar í EHF Cup, sum er altjóða evropeisk hondbóltskapping. Neistakvinnur, sum í farna kappingarári vunnu føroyameistaraheitið fyri 41. ferð, skulu spæla ímóti rumenska CSM Ploiesti.

 

Tað er ikki á hvørjum ári, at føroysk feløg taka lut í hesi kapping, men lukkutíð fyri føroyskan hondbólt hevur Neistin valt at taka av møguleikanum í ár. Tað gjørdi grøna grannafelagið, Kyndil, eisini í 2014, tá ið belgiska Femina Vise vitjaði í Føroyum. Tá tapti Kyndil tilsamans við seks málum yvir tveir dystir.

 

Mótstøðuliðið hjá Neistanum endaði nummar seks í bestu rumensku deildini í farna kappingarári. 

 

Báðir dystirnir ímóti CSM Ploiesti verða spældir í september. Fyrri dysturin verður spældur 10. ella 11. september, meðan seinni dysturin verður spældur 17. ella 18. september.

 

Neistin skrivar á heimasíðu síni, at ætlanin er, at annar dysturin skal spælast á heimavøllinum í høllini á Hálsi. Hetta er ikki nøkur sjálvfylgja.

 

Evropeisku avbjóðingarnar verða somuleiðis fyrstu dystirnir hjá nýggja brasilska venjaranum hjá neistakvinnum, Danilo Gagliardi.