Rúna Sivertsen og javnstøðulógin

Las viðmerkingarnar hjá Rúnu Sivertsen í Dimmalætting leygardagin 29.11.97.


Allarfyst má eg siga, at eg eri ikki samd við Rúni Sivertsen um, at javnstøðulógin er ein niðurgering av føroysku kvinnuni.

Rúna Sivertsen nevnir at kvinnur í dag hava høvi til at arbeiða úti og at útbúgva seg á øllum økjum. Hon leggur aftrat, at hetta er komið heilt náttúrliga, so hvørt sum tíðin er búgvin til tess.

Eg fari at spyrja Rúnu Sivertsen. Hvør heldur tú skal avgera nær hetta er náttúrligt og at tíðin er búgvin? Veitst tú, at orsøkin til, at vit í dag halda tað vera náttúrligt at kvinnur hava sama rætt og møguleika til útbúgving er, at tað einaferð, og tað er slettis ikki so langt síðani, vóru nakrar kvinnur, (kalla tær bara reyðsokkar um tú vilt) sum settu krøv og stríddust fyri at fáa sama rætt til útbúgving sum menn? Helst hava mong hildið hetta verið ónátúrligt tá.

Nú situr tú sjálv sum umboð á tingi. Hetta haldi eg verða heilt náttúrligt og tú sjálv væl saktans eisini. Men veitst tú, at tað er so ógvuliga stutt síðani at kvinnur í heila tikið fingu atkvøðurætt? Veist tú, at vit fingu henda rættin, tí at kvinnur tordu at seta krøv og í meira enn hálva øld hildu á at stríðast fyri javnrættindum?

Neyðugt var sjálvsagt at lógarfesta hesi rættindi.

Eins neyðugt sær tað út til í dag at hava javnstøðulógina. Hevur tú fylgt bara eitt sindur við í setanini av almennum nevndum, veitst tú, at her sær ikki út til at tað enn er »náttúrligt« at velja kvinnur í nevndirnar.


Inga Ellingsgaard