Runavík er vakrasti býurin

Ein skal ikki hava koyrt leingi, fyrrenn ein sær tað stóra arbeiðið ið gjørt er at fríðka um Runavíkar Kommunu.

- Okkara ynski er, at býurin skal vera vakur - og verða verandi vakur, sigur arbeiðsformaðurin, Bjarni Kjeld.

Í roynd og veru sær ein tað í somu løtu, ein kemur inn í kommununa: Longu á Skipanesi síggjast fyrstu teknini um eina kommunu sum ynskir eitt vakurt stað fyri borgararnar.

Eitt vakurt grønt øki við alskyns blómum tekur ímóti tí vitjandi. Hesar blómurnar verða settar soleiðis, at tær laga seg til árstíðina.

- Vit hava sum so einki slagorð fyri okkara arbeiði. Eg veit hinvegin, at teir siga í Klaksvík, at »Reinur og fríður er Klaksvíkar býur«.

- Okkara uppgáva er bara at gera tað betri enn teir, sigur Bjarni við einum brosi.

Saman við sær hevur hann gott fólk, sum bert hava eitt fyri eyga: At tað vera vakurt og snøgt í kommununi, bæði summar og vetur.

- Okkara arbeiði er sera áhugavert og fjølbroytt. Vit gera stutt sagt alt - you just name it!, sigur Bjarni.

Fleiri grøn øki eru longu at síggja. Ætlanin er at gera eitt størri øki í Runavík, har ein einaferð í framtíðini fer at planta ymiskt, gera gøtur og kanska fær sær eitt springvatn eisini.


Fríðking og kloakkir

Runavíkar kommuna er við teimum seinastu samanleggingunum vorðin sera stór í vavi og fólkatali.

Hon fevnir um bæði Skála, Elduvík, Oyndarfjørð, Rituvík og Æðuvík umframt allar bygdirnar á eystara armi á Skálafjørðinum - í alt er talan um 14 bygdir við íalt 3.681 íbúgvum í mars mánaði í ár.

Talan er tí um eitt rættiliga stórt øki sum Bjarni og hansara 10 menn skulu halda og halda skil á hvønn einasta dag.

- Men eg havi sera gott fólk aftrat mær. Og tí gongur tað bara væl, sigur hann og brosar til starvsfelaga sín, Sigmund.

Arbeiðsøkini hjá teimum eru sera fjølbroytt og krevja ymiskt hegni av monnum: Frá teim mongu grønu økjunum í kommununi til kloakkirnar, eins og teir hava sín stóra leiklut tá tiltøk verða hildin í kommununi.

Hetta arbeiðið er eisini rættiliga víttfevnt, tí tiltøkini kunnu vera sera ymiskt: Eystanstevna farna vikuskiftið, framsýningin Faroe Expo, fiskikapping, seta hegn upp og luttøka við tey mongu tiltøkini í samband við jólini.

Er brúk fyri eini hond til viðlíkahaldið á teimum mongu stovunum í kommununi, eru teir somuleiðis við tað.

- Vit fara eisini út um býin, t.d. í samband G-festivalin. So tú skilir, at vit hava eitt sera víttfevnt arbeiði, sigur Bjarni við einum brosi.


Vakrasti býurin

Tað arbeiðið, sum kanska mest sæst eftir, er alt arbeiðið við at fríðka býin - at gera hann grønan.

- Vit kunnu gera nógv, men ikki alt. Tá tað kemur til tað grøna, plaga vit at fáa onkran gartnara at leggja okkum lag á við planting av trøum, plantum og øðrum.

- Og sum tit síggja, so er hetta eisini vakrasti býur í Føroyum, sigur Bjarni eitt sindur errin.

Ein skal hinvegin ikki hava verið leingi í kommununi fyrrenn ein sær, at her er væl komið burtur úr, bæði inni í kommununi og tá ein kemur inn í kommununa.

Hetta er ikki bert nakað sum hin fremmandi sær. Fólk í kommununi eru somuleiðis sera fegin yvir arbeiðið at fríðka um býin.


Góðar umstøður

Alt tað grøna arbeiðið má sjálvandi verða lagað eftir umstøðunum - og ikki minst eftir árstíðunum.

Um summarið eru nógv ungfólk í arbeiði og okkurt árið hava brúkarar á verkstaðnum Stíggjur luttikið í arbeiðinum.

Um veturin hinvegin fer ein stórur partur av tíðini til kavarudding, at rudda áir og tílíkt.

Umstøðurnar hjá Bjarna og hansara monnum eru nú vorðnar sera góðar.

Á Lambareiði hava teir fingið eina høll við skrivstovum, kantinu og øðrum. Beint nú eru teir í ferð við at gera rúm til tær ymisku deildirnar í kommununi, har tær kunnu hava amboð og maskinur sínar standandi.


Skifta planturnar út

Tann dagin, vit tosaðu við Bjarna og Sigmund vóru teir so smátt farnir at fyrireika seg at taka tulipan-leykirnar burtur, tí teir følna nú.

Eftir tað verða summarblómurnar plantaðar ístaðin, sum teir mongu gestirnir á eystanstevnuni um vikuskiftið fingu møguleika at síggja.

- Hetta skal alt verða gjørt eftir ávísari skipan, og tá senda vit boð eftir einum gartnara at leggja okkum lag á. 




Sum ein blekksprutta

Tað er ikki løtuverk at standa fyri øllum hesum arbeiðinum sum krevjast av arbeiðsmonnunum í Runavíkar kommunu.

Tað kann arbeiðsformaðurin, Bjarni Kjeld skriva undir uppá:

- Ofta er tað sera hektiskt. Tá kann telefonin hjá mær ringja bæði 40 og 50 ferðir um dagin.

- Viðhvørt má ein simpelthen vera sum ein blekksprutta: Onkur arbeiðir í Elduvík, ein annar er í Oyndarfirði, samstundis sum aðrir arbeiða herúti í Runavík. 





Skip við bryggju

Hóast menninir hjá Bjarna hava royndir og førleikar til víttfevnda arbeiðið, er kortini mark fyri, hvat teir fara undir.

Tá talan er um størri arbeiði, sum t.d. at leggja vantleiðingar, verður hetta ístaðin lutað út til ymiskar arbeiðstakarar at gera.

Eitt arbeiði er kortini við í hesum »stóra pakkanum« og tað er, tá stór skip leggja til bryggju í Runavík.

- Vit verða tá innkallaðir at binda skipini til bryggjuna, serliga um veðrið er vánaligt.

- Tá er neyðugt at nógvir mans eru við í arbeiðinum - og tá er óansæð, um hetta er áðrenn kl. 4 ella aftaná. Vit eru standby alt samdøgrið!, slær Bjarni fast.