Ruskinnsavnari hjá IRF skar seg illa av ruskposa

- Hann bar ein posa við glasi í og skar seg

Í gjár hendi tað, at ein ruskinnsavnari hjá IRF skar seg illa í armin av brotnum glasi, sum var koyrt í ein gráan posa uttan at vera pakkað inn.

IRF sigur, at støðan kundi tó havt verið nógv verri, tí beint áðrenn hetta hendi, hevði ein annar innsavnari borið sama posan á rygginum og sostatt kundi hann havt skorið seg í ryggin og tað kundi verið rættiliga álvarsligt.

Ì hesum sambandi minnir IRF á, at knívar, seymir, hvassir avskurðir, og størri hvassir lutir, skulu latast inn á endurnýtsluplássini hjá kommununi.

Aðrir lutir, so sum brotnar krukkur og tílíkt, skulu pakkast væl inn, áðrenn teir verða latnir í gráa posan.