Russar framdu ógvusligt álop á Ukraina í morgun

- Tað eru bæði løstað og deyð, og fyribils vita vit um trý fólk, sum hava latið lív í trimum regiónum, sigur forsætisráðharrin í Ukraina, Denys Sjmyhal.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur í dag, at Russland tíðliga í morgun skeyt fleiri enn 200 dronur og rakettir móti málum í Ukraina.

 

- Meira enn helmingurin av regiónunum í Ukraina eru raktar í umfatandi russiska loftálopinum.

 

Forsetin sigur á Telegram, at fleiri enn hundrað rakettir og umleið 100 iranskar shahed-dronur vórðu skotnar úr Russlandi, og hetta er eitt tað mest umfatandi álopið á Ukraina nakrantíð.

 

Á Telegram heitir Volodymyr Zelenskyj á sínar sameindu um at skipa eina felags loftverju saman við Ukraina.

 

Eisini forsætisráðharrin í Ukraina, Denys Sjmyhal, sigur í morgun, at fleiri enn helmingurin av ukrainsku regiónunum eru raktar í ógvuliga russiska álopinum í morgun.

 

- 15 regiónir eru raktar av einum hørðum russiskum álopi, skrivar forsætisráðharrin sambært Reuters á Telegram.

 

Eitt tíðindafólk hjá norska kringvarpinum - NRK - veit at siga, at ávaringarlúðrar vóru at hoyra í Ukraina fleiri ferðir gjøgnum náttina, og tískil varð neyðugt at leita sær skjól í bumbuskýlum.

 

Sambært Denys Sjmyhal brúkti Russland bæði krússararakettir og ballistiskar rakettir, eitt nú hypersoniskar kinzjal-rakettir, sum ferðast skjótari enn ljóðið, í álopinum á Ukraina.

 

- Tað eru bæði løstað og deyð, og fyribils vita vit um trý fólk, sum hava latið lív í trimum regiónum, sigur forsætisráðharrin, Denys Sjmyhal, sambært AFP. 

 

NRK, sum skivar um støðuna í Ukraina í morgun, veit at siga, at russisku álopini serliga vóru vend móti orkuverkum og undirstøðukervinum í fleiri ukrainskum regiónum.

 

- Russisku terroristarnir hava enn einaferð lopið á orkukervið, og tíverri eru skaðar í fleiri regiónum, skrivar forsætisráðharrin á Telegram.

 

Eisini forsætisráðharrin heitir á sameindar um at hjálpa til við at verja Ukraina móti russisku loftálopunum.

 

Ukrainsku myndugleikarnir heita eisini enn einaferð á vesturheimin um loyvi at brúka langtberandi vápn, sum landið hevur fingið, til álop á mál í Russlandi.

 

Kyiv Independent skrivar, at fleiri spreingingar vóru at hoyra í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv fyri klokkan 06 lokala tíð í morgun, og partar av høvuðsstaðnum vóru í morgun uttan streym og vatn.