Russar siga seg hava skotið 32 ukrainskar dronur niður

Næstan helmingurin eru skotnar niður yvir russisku marknaðregiónini, Voronezj, sigur russiska verjumálaráðið

Russiska verjumálaráðið sigur í morgun, at russiski herurin í nátt hevur skotið niður 32 ukrainskar dronur.

 

Tað veit Reuters at siga.

 

Næstan helmingurin av ukrainsku er dronunum eru skotnar niður yvir russisku marknaðregiónini, Voronezj.

 

- Restin av dronunum eru skotnar niður yvir nærliggandi regiónir, upplýsir russiska verjumálaráðið á Telegram.