Kríggið í Ukraina fær ongar avleiðingar fyri russisk og hvítarussisk ítróttarfólk, sum ætla sær at luttaka og kunnu kvalifisera seg til Asian Games í Kina seinni í ár.
ítróttarfólk úr Russlandi og Hvítarusslandi hava í dag fingið loyvi at luttaka.
Tað sigur olympiska nevndini í Asia (OCA) í eini fráboðan sambært tíðindastovuni AFP.
– Øll ítróttarfólk skulu líka mikið tjóðskap og pass sleppa at luttaka í ítróttarkappingum, eru boðini frá OCA.
Tað hendir dagin eftir at Altjóða Olympiska Nevndin (IOC) eisini gloppaði dyrnar fyri russiskari luttøku undir uttanveltaðum flaggi til OL í 2024.
– Eingi ítróttarfólk skulu forðast at kappast, grundað á hvat pass tey hava.
– Tað skal tí kannast nærri, hvussu ítróttarfólk kunnu luttaka í kappingum undir strongum avmarkingum, ljóðaði tað frá IOC í gjár.
Asian Games skuldu verið hildnir í 2022, men vóru útsettir vegna koronufarsóttina.
Asiatisku leikirnir verða hildnir í Hangzhou frá 23. september til 8. oktober.
/ritzau/