Russar tátta takið um gassið

Russland hevur nú skert gassflutningin til Hvítarussland 60 prosent í einari roynd at noyða hvítarussar at rinda tað, sum teir skylda russiska gassfelagnum Gazprom. Russisku mynduglreikarnir hava sagt, at teir eru til reiðar at skerja gassflutningin 85 prosent, um tað gerst neyðugt.

Stjórnin í Hvítarusslandi hevur viðgingið, at hon skyldar Russlandi pengarnar, og hon sigur sera vera í ferð við at útvega teir.

ES-nevndin ávaraði í gjár Russland og Hvítarussland ímóti at skerja gassflutningin til Vesturevropa. Russar hava svarað, at teir eru til reiðar at senda meiri gass ígjøgnum Ukraina, um hvítarussar skrúva fyri.