Finska vaktarskipið Turva, sum sæst her á myndini omanfyri, er á staðnum, har russiski sjókaðalin er farin. Hetta er í svenskum búskaparligum øki.
Myndin omanfyri av skipinum Turva er ikki frá hendingini í dag, men er tikin í einum øðrum sambandi.
- Arbeiðið er byrjað í dag, og Turva er á staðnum. Fylgt verður við, at umvælingararbeiðið verður gjørt í samsvari við altjóða lóg, sigur økisleiðarin hjá finsku vaktartænastuni, Matti Niittymäki, við finskar miðlar.
Sagt verður, at russisku myndugleikarnir hava sett seg í samband við svenskar myndugleikar um arbeiðið, sum nú verður gjørt.
- Vit hava fingið kunning um umvælingararbeiðið, sigur finski økisleiðarin.
Sum skilst, er hetta ikki eitt nýtt kaðalbrot, men eitt brot á ein russiskan sjókaðal, sum hevur verið farin, men sum russar nú hava valt at umvæla.
Umboð fyri svensku myndugleikarnir siga ikki, hvat slag russiski kaðalin er, men leggja aftrat, at hetta er ein lógligur kaðal, sum liggur eftir havbotninum í Finsku Víkini.
Meira um hetta kann lesast um hesa leinkju - https://www.hbl.fi/artikel/trasig-kabel-i-finska-viken-sjobevakningen-pa-plats/