Russiskar deildir taka seg aftur

Útlendskir miðlar skriva, at ein strategisk broyting fer fram í løtuni, har russisku herdeildirnar flyta seg úr økinum norðan fyri høvuðsstaðin.

Verjumálaráðið í Russlandi sigur í dag, at russiskar herdeildir nú fara at minka nógv um álopini í norðara parti av Ukraina.

 

Tað er russiska tíðindastovan, Ria Novosti, sum ber hesi tíðindi í dag, nú samráðingarumfar er í Istanbul Turkalandi millum umboð úr Russlandi og Ukraina.

 

Tíðindamaðurin hjá CNN, Jim Sciutto, skrivar á Tvitter, at ein afturtøka úr økinum norðan fyri høvuðsstaðin í Ukraina longu skal vera í gongd.

 

Aðrar amerikanskar keldur siga eisini, at ein strategisk broyting fer fram í hesum øki í løtuni, har russisku herdeildirnar flyta seg.

 

Russiski vara verjumálaráðharrin, Aleksandr Fomin, sigur, at avgerðin um at minka um aktivitetin og álopini í økinum er fyri at betra um møguleikarnar fyri einari friðaravtalu.

 

Sagt verður frá samráðingarfundinum í Turkalandi, at fundurin hevur verið konstruktivur.