Russiskt skip rendi á

Í Klaksvík í gjár skuldi eitt russiskt skip leggja at, men hetta gekk ikki sum ætlað.

Í Klaksvík í gjár skuldi eitt russiskt skip leggja at, men hetta gekk ikki sum ætlað. 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at russiska skipið skuldi leggja at í Klaksvík, men av onkrari orsøk kom skipið ov nær, og tók í skinnararnar hjá Klaksvíkar Sleipistøð. 

 

- Løgreglan arbeiðir nú við at staðfesta, um hendingin var eitt hendiligt óhapp, ella um onkur orsøk var til hendingina, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. 

 

Løgreglan hevur gjørt onkrar avhoyringar í málinum, men er enn ikki liðug. Vakthavandi væntar at vera nærri eini niðurstøðu mánadagin.