Tað er júst tríggjar vikur síðani, at Russland byrjaði innrásina í grannalandið Ukraina.
Her er eitt yvirlit yvir hendingar í krígnum í nátt:
* Bretland: Russland noyðist noyðist at brúka eldri og meira óneyv vápn.
Harða mótstøðan hjá Ukraina undir russisku innrásini merkir, at Russland eftir øllum at døma hevur verið noytt at brúka eldri og meira óneyv vápn, sum økir vandan fyri at sivil fólk doyggja.
Soleiðis sigur seinasta fregnartænastudagføringin hjá bretska verjumálaráðnum.
* Russiskar deildin lagdar undir at hertaka heim hjá sivilum.
Russiskar herdeildir í umstingarøkinum Sumy eystan fyri Kyiv verða lagdar undir at seta sivilar ukrainar á gøtuna, taka heim teirra og stjala mat teirra.
* Russiski mótmælis-journalistur ætlar sær ongan veg men fer at stríðast í Russlandi.
Russiski journalisturin Marina Ovsjannikova hevur ikki hugsað sær at fara úr heimlandinum, sjálvt um hon óttast fyri trygd síni eftir at hava mótmælt krígnum í Ukraina í russiskum ríkis-sjónvarpi. Tað sigur hon í samrøðu við eitt týskt blað.
* Franski uttanríkisráðharrin: Russland samráðist uttan at meina nakað við tað.
Russland »letur bara sum um, tey samráðast« um frið við Ukraina. Tað sigur franski uttanríkisráðharrin, Jean-Yves Le Drian. hann vísir til, at Russland heldur fram við bumbingunum í Ukraina hóast friðarsamráðingar millum londini.
* Zelenskyj sigur Russland vera eitt yvirgangsríki.
Ukranski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur í røðuni í sjónvarpinum í nátt, at »heimurin alment má viðurkenna, at Russland er vorðið eitt yvirgangsríki«.
* Lond í Vesturheiminum krevja snarfund í ST trygdarráðnum.
Bretland, USA, Frankaríki, Albania, Noreg og Írland hava biðið um snarfund í dag í ST trygdarráðnum eftir versnaðu humaniteru støðuna í Ukraina.
Keldur: AFP, BBC, Der Spiegel, Kyiv Independent, Reuters.
/ritzau/