Russland fer at styrkja loftverjuna

Dagin fyri vinnu-og búskaparráðstevnuna, sum er í St. Pætursborg, leyp Ukraina á býin, og hetta legði skuggar yvir ráðstevnuna, sum eisini verður rópt "Putins Davos"

Russiski forsetin, Vladimir Putin, tosaði við útlendsk tíðindafólk í St. Pætursborg í kvøld. Her segði forsetin, at Russland fer at styrkja sína loftverju fyri at byrgja uppfyri ukrainskum álopum.

 

- Jú, Russland hevur eina loftverju, men vit mugu styrkja hana, og tað fara vit at gera.

 

Russiski forsetin luttekur hesa vikuna á stóru vinnu-og búskaparráðstevnuni, St. Petersburg International Economic Forum, sum býurin er vertur fyri.

 

St. Pætursborg liggur innast í Finsku Víkini.

 

Dagin fyri ráðstevnuna leyp Ukraina á býin, og hetta legði skuggar yvir tiltakið, sum eisini verður rópt "Putins Davos".

 

Úr Kreml hevur í dag verið sagt, at ukrainsku álopini ikki fáa avleiðingar fyri ætlaninar hjá russiska forsetanum.

 

Við útlendsk tíðindafólk í kvøld segði Vladimir Putin, at Russland enn ikki hevur brúkt supersonisku rakettina, Oresjnik, í veruligum álopum á Ukraina.

 

Hann viðgekk tó, at Russland hevur gjørt royndir við rakettini í Ukraina.

 

Reuters veit at siga, at russiska Oresjnik-rakettin fyrstu ferð varð skotin eftir Ukraina í 2024, og síðan er hon skotin móti landinum í tveimum øðrum umførum.

 

Sagt verður um Oresjnik, at rakettin kann bera kjarnorkuløðingar, og at hon kann ferðast 500 fjórðingar.

 

Vladimir Putin hevur sagt, at tað er ómøguligt at skjóta rakettina niður, men í vesturheiminum verður spurnartekin sett við, um hetta er rætt. 

 

Í morgin fer russiski forsetin at halda røðu á International Economic Forum í St. Pætursborg.

 

Lesið eisini - Fleiri særd í St. Pætursborg

 

https://www.in.fo/news-detail/fleiri-saerd-eftir-dronualop-i-sankta-paetursborg