Máttmikla, Margarita Simonjan, ið stendur á odda fyri statsriknu russisku sendistøðini RT, sum russiski staturin eigur. Hon heldur, at Russland egur at ræða vesturheimin við kjarnorku.

Russland ger onga kjarnorkuroyndarspreinging

- Russland hevur ikki ætlanir um at bróta avtaluna um steðg í kjarnorkuroyndarspreingingum.

Máttmikla, Margarita Simonjan, ið stendur á odda fyri statsriknu russisku sendistøðini RT, sum russiski staturin eigur. Hon heldur, at Russland egur at ræða vesturheimin við kjarnorku.

Tað sigur Kreml-talsmaðurin, Dmitrij Peskov, á einum tíðindafundi í dag. 

 

Máttmikla, Margarita Simonjan, sum stendur á odda fyri statsriknu russisku sendistøðini RT hevur nevniliga skotið upp, at Russland átti at sprongt eina kjarnorkubumbu í stórum hæddum yvir Sibiria.

 

Hon heldur, at hetta hevði verið ein munagóð ávaring til vesturheimin.

 

Á tíðindafundi í dag segði Dimitrij Peskov seg ikki vita, hvaðani Margarita Simonjan hevur fingið hugskotið um, at Russland fyrireikar eina roynd við kjarnorkuriknari krússararakett - ella, at Russand longu skal hava gjørt eina slíka roynd.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur aðrar útlendskar miðlar fyri hesa útsøgn hjá Kreml-talsmanninum.

 

Wikipedia sigur, at RT er ein altjóða sjónvarpsstøð, sum hevur sítt høvuðssæti í russiska høvuðsstaðnum, Moskva. 

 

Tað er russiski staturin, sum eigur støðina, ið sendir tíðindi um allan heim - á russiskum, arabiskum, enskum, týskum og sponskum.

 

 

 

Máttmikla, Margarita Simonjan, ið stendur á odda fyri statsriknu russisku sendistøðini RT, sum russiski staturin eigur. Hon heldur, at Russland egur at ræða vesturheimin við kjarnorku.