Georgia sigur seg vera til reiðar til vápnahvíld, men Russland krevur georgisku hermenninar úr Suðurossetia fyrst Forsetin í Georgia, Mikhail Saakasjvili, sigur, at Georgia er sinnað at góðtaka eina avtalu um vápnahvíld fyri at fáa enda á bardøgunum í Suðurossetia.
-Eg mæli øllum pørtum til at binda frið sum skjótast. Russland hevur sett eina stóra innrás í verk, segði georgiski forsetin við tíðindafólk í høvuðsstaðnum Tblisi seinnapartin.
Men sambært russiska forsetanum, Dmitrij Medvedev, skal Georgia taka fyrsta stigið, skal ein vápnahvíld fáast í lag. Sambært altjóða tíðindastovunum hevur Medvedev í dag sagt amerikanska forsetanum, George W. Bush, at treytin fyri einari vápnahvíld er, at Georgia tekur sínar hermenn aftur úr Suðurossetia.
Formaðurin í georgiska trygdarráðnum, Khaka Lomaja, segði fyrr í dag, at Georgia umhugsar at biðja altjóða samfelagið um hjálp.