Russland mist 20.000 stríðsvognar og hernaðarakfør

Norski hernaðarserfrøðingurin, Palle Ydstebø, sigur, at soleiðis, sum kríggið gongur í løtuni, missir Russland líka nógvar stríðsvognar í tveir mánaðir, sum landið megnar at framleiða í eitt ár.

- Síðan Russland leyp á Ukraina fyri skjótt trimum árum síðan, hevur landið mist 20.000 stríðsvognar og hernaðarakfør. Landið missir eina heila ársframleiðslu av stríðsvognum í tveir mánaðir.

 

Tað sigur norski hernaðarserfrøðingurin og høvuðslærarin við norska krígsskúlan, Palle Ydstebø, við NRK, og hann vísir á, at hetta er katastrofalt stór tøl, rætt og slætt, sum hann tekur til.

 

Tølini hevur hann frá felagsskapinum, Oryx, sum hevur skjalprógvað russisk hernaðarlig tap, síðan Russland leyp á Ukraina í februar 2022.

 

- Nú eru fleiri enn 20.000 russiskir stríðsvognar og hernaðarakfør oyðiløgd ella skadd í krígnum. Haraftrat eru í túsundatali av russiskum kanónum oyðilagdar.

 

##med2##

 

 Palle Ydstebø sigur við NRK, at soleiðis, sum kríggið gongur í løtuni, missir Russland líka nógvar stríðsvognar í tveir mánaðir, sum landið megnar at framleiða í eitt ár.

 

- Landið klárar ikki at fylgja við í framleiðsluni av stríðsvognum. Hetta merkir, at Russland ikki hevur óendaliga nógva tíð til at vinna kríggið í Ukraina, sigur hernaðarserfrøðingurin.

 

Meira um hetta kann lesast á norska kringvarpinum, NRK á leinkjuni - https://www.nrk.no/norge/russland-skal-ha-tapt-20.000-stridsvogner-og-kjoretoy-i-ukraina-1.17204929

 

 

 

Palle Ydstebø, hernðarserfrøðingur og høvuðslærari við norska krígsskúlan