Russland sendir 210 rakettir og dronur móti Ukraina í hørðum álopi

Volodymyr Zelensky boðar frá álopum í øllum økjum í Ukraina. Í minsta lagi tvey fólk eru deyð.

Ukrainar í høvuðsstaðnum Kiev hava leitað sær skjól á metrostøðum sunnudagin, har spreingingar hava verið fleiri staðni í býnum. - Mynd: Alina Smutko

Í morgun varð Ukraina rakt av einum umfatandi russiskum loftálopi.

Tilsamans vórðu 120 rakettir og 90 dronur sendar móti Ukraina. Álopið varð rættað móti orkukervinum í Ukraina.

Tað boðar forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskij, frá á sosiala miðlinum X.

- Eitt massivt, samanlagt álop hevur rakt øll økini í Ukraina.

- Málið hjá fíggindanum var orkuinfrakervi okkara um alt Ukraina. Tíverri fingu nøkur anlegg skaða orsakað av beinleiðis álopum og falnum vraklutum, skrivar Zelenskyj millum annað.

Í býnum Mykolajiv doyðu tvey fólk í einum dronuálopi og seks fólk afturat - teirra millum tvey børn - fingu skaða.

- Mín djúpasta samkensla fer til familjurnar hjá ofrunum og teirra nærmastu, skrivar Zelenskyj.

Sambært forsetanum skeyt Russland rakettir móti Ukraina og sendi ymisk sløg av dronum - eitt nú Shahed-dronurnar, sum eru framleiddar í Iran - móti málum í landinum.

Ukrainska loftverjan skeyt 140 rakettir og dronur niður.

Nøkur øki í Ukraina eru uttan streym í morgun orsakað av álopinum, sigur Zelensky.

Millum tey støð, sum eru álopin, er høvuðsstaðurin, Kiev. Tíðliga í morgun vóru fráboðanir um fleiri spreingingar her, skrivar Reuters.

Sum avleiðing av álopinum kom eldur í ein íbúðarbygning. Í minsta lagi ein persónur er særdur, siga ukrainsk embætisfólk á Telegram.

Eisini í Zaporizhzhya í landsynningspartinum av Ukraina og í havnarbýnum Odessa siga vitni Reuters frá um spreingingar. 

Sum svar uppá álopið sendi grannalandið hjá Ukraina, Pólland, hernaðarflogfør veingirnar í morgun.

- Vegna stóra álopið hjá Russlandi við rakettum og dronum á mál í millum annað vestur Ukraina eru pólsk og flogfør farin at virka í okkara loftrúmi, skrivar herurin á X.

Ukraina hevur seinastu tíðina verið rakt av fleiri oyðileggjandi og deyðiligum russiskum loftálopum. Samstundis tykist Russland sambært amerikanska stovninum fyri krígskanning at hava yvirvág á vígvøllinum.

Kríggið í Ukraina hevur vart í 1000 dagar mánadagin. Tað byrjaði 24. februar 2022, tá russiskar herdeildir herjaðu á grannalandið.

 

/Ritzau/

 

Ukrainar í høvuðsstaðnum Kiev hava leitað sær skjól á metrostøðum sunnudagin, har spreingingar hava verið fleiri staðni í býnum. - Mynd: Alina Smutko