Russland sent boð eftir sendiharra: Hevur tosað provokerandi

»Provokerandi úttalilsi« í donskum miðlum eru orsøk til, at danskur sendiharri verður boðsendur til samrøðu í Russlandi

 

Danski sendiharrin í Moskva, Jacob Henningsen. Mynd: Dmitry Azarov/SIPA/Ritzau Scanpix

Danski sendirharrin í Moskva, Jacob Henningsen, er boðsendur til samrøðu í russiska uttanríkisráðnum.

Tað upplýsir ráðið sambært russisku tíðindastovuni Tass.

Hann er boðsendur fyri »provokerandi úttalilsi« um virksemi hjá útlendskum feløgum í Russlandi, skrivar ráðið.

Tað upplýsir ráðið sambært russisku ríkistíðindastovuni Tass.

– Danski sendiharrin í Moskva, Jacob Henningsen, varð boðsendur av russiska uttanríkisráðnum í sambandi við provokerandi úttalilsi hansara í donskum miðlum um virksemi hjá útlendskum feløgum í Russlandi.

– Tað varð lagt merki til, at úttalilsini frá almenna umboðnum fyri Danmark, sum fevna um metingar av russiska búskapinum og juridiska grundarlagið hjá russiska statinum, svarar til, at Keypmannahavn (danska stjórnin, red.) blandar seg í innanlendis viðurskifti í Russlandi, skrivar ráðið.

Tað er tó ikki greitt, hvørjar útsøgnir hansara víst verður til.

Berlinske hevði mánadagin 4. desember eina grein, har Jacob Henningsen ávaraði donsk virki, eftir at virksemið hjá bryggjarírisanum, Carlsberg, varð latið russiska statinum.

Russiska uttanríkisráðið skrivar í boðum, at teir trupulleikar, sum raka útlendsk virki í Russlandi, eru elvd av tiltøkum hjá ES og USA ímóti Russlandi.

Fleiri tiltøk eru sett í verk bæði í ES og USA ímóti persónum og virkjum við sambandi til stýrið í Russlandi av landsins innrás í Ukraina í februar í 2022.

Ráðið heldur uppá, at íverksetarar við virkjum í Russlandi hava fullan stuðul hjá russisku stjórnini.

– Vit meta, at hr. Henningsen ikki fer at koma við slíkum úttalilsum í framtíðini, skrivar russiska uttanríkisráðið.

Eisini í mai varð Jacob Henningsen innkallaður til samrøðu.

Tá var tað tí, at russarar ikki vóru nøgdir við kanningina av sabotasjuni av gassrørleiðingini Nord Stream 1 og 2 í Eystursjónum.

Jacob Henningsen hevur verið sendiharri í Russlandi síðani september í 2022.

/ritzau/

 

 

Danski sendiharrin í Moskva, Jacob Henningsen. Mynd: Dmitry Azarov/SIPA/Ritzau Scanpix