Russiskir stríðsvognar og onnur hernaðarakfør, sum russar lótu eftir sær, tá teir rýmdu úr Kyiv tíðliga í krígnum. - Men, Russland skal ikki undirmetast, sigur ein nýggj serfrøðingafrágreiðing.

Russland skal ikki undirmetast í styrki

- Vit eru øll hugtikin av teimum framtøkum, sum Ukraina hevur gjørt á hermótinum. Ukraina megnað at reka russar úr Kyiv, Kharkiv og at enda eisini úr Kherson, sigur Jens Stoltenberg.

Russiskir stríðsvognar og onnur hernaðarakfør, sum russar lótu eftir sær, tá teir rýmdu úr Kyiv tíðliga í krígnum. - Men, Russland skal ikki undirmetast, sigur ein nýggj serfrøðingafrágreiðing.

Ætlanin hjá Russlandi var at taka Ukraina eftir tíggjum døgum, men hetta miseydnaðist.

 

Nú ávarar ein bretsk tankasmiðja ímóti at undirmeta hernaðarligu styrkina hjá Russlandi, og Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, stuðlar bretsku frágreiðingini.

 

Greinarar og serfrøðingar hjá Royal United Services Institute (RUSI) hava skrivað eina frágreiðing, sum byggir á russiski krígsførsluna - frá tí, at Russland leyp á Ukraina og fram til einaferð tíðliga í summar.

 

Í frágreiðingini verður lýst, hvussu Russland í byrjanini av krígnum royndi at vinna sær fyrimunir við einari skjótari herseting av Ukraina.

 

Við følskum fráboðanum royndi Russland at órógva mótstøðuna og halda ukrainsku herdeildunum úr Kyiv. Á henda hátt væntaði russiski herurin at vinna ræðið í høvuðsstaðnum eftir lutfalsliga stuttari tíð.

 

Síðan ætlaði Russland sambært nýggju frágreiðingini at innlima Ukraina í Russland longu í juli mánaði í ár.

 

Tá russiska krígsmaskinan rullaði móti Kyiv hin 24. februar, høvdu russar 12 ferðir so stóra hernaðarstyrki, sum ukrainar høvdu norðanfyri høvuðsstaðin, Kyiv.

 

Men, sum kunnugt miseydnaðist álopið á høvuðsstaðin, og russiski herurin var fyri stórum tapum. Tað eydnaðist nevniliga Ukraina at seta hart ímóti hørðum og reka russar úr aftur høvuðsstaðarøkinum.

 

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, er samdur við frágreiðingini um, at tað er vandamikið at undirmeta russisku hernaðarstyrkina. 

 

Russland hevur fingið fleiri herfólk, og sjálvt um savningin av nýggjum herfólki ikki hevur gingið júst, sum Russland hevði ætlað, hevur landið nú fleiri tíggjutúsund nýggj herfólk í Ukraina. 

 

Nato-aðalskrivarin vísir á, at Russland eigur nógv vápn, og her eru bæði rakettir og loftstyrki, sum hava elvt til stórar trupulleikar í Ukraina.

 

Men, hóast alt hetta er Jens Stoltenberg bergtikin av ukrainsku krígsførsluni.

 

- Vit eru øll hugtikin av teimum framtøkum, sum Ukraina hevur gjørt á hermótinum. Ukraina megnað at reka russar úr Kyiv, seinni úr Kharkiv og at enda eisini úr Kherson, sigur Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg.

 

Hann sigur, at ukrainski herurin hevur víst mót og professionalismu.

 

Nato-aðalskrivarin sigur, at vápnahjálpin, sum Ukraina hevur fingið frá Nato-londum og øðrum sameindum, hevur munað væl í stríðnum hjá ukraina at verja landið ímóti russiska hersetingarvaldinum.

 

Kelda til hesi tíðindi í kvøld er norska heimasíðan - www.vg.no

 

 

 

 

 

Russiskir stríðsvognar og onnur hernaðarakfør, sum russar lótu eftir sær, tá teir rýmdu úr Kyiv tíðliga í krígnum. - Men, Russland skal ikki undirmetast, sigur ein nýggj serfrøðingafrágreiðing.