Russland vil hava svar úr USA

- Joe Biden hevur skyldu at svara. Vit mugu taka ábyrgd av tí, vit siga. Misskiljingar av tí, sum sagt verður, frítaka okkum ikki fyri ábyrgd, sigur talskvinnan í russiska uttanríkisráðnum.

Russiska uttanríkisráðið krevur nú, at amerikanski forsetin, Joe Biden, svarar, um USA hevur nakran leiklut í gasslekanum í Eystursjónum.

 

Tað sigur talskvinnan hjá russiska uttanríkisráðnum, Maria Zakharova, á Tvitter, og tað er tíðindastovan AP, sum endurgevur.

 

Í februar mánaði í ár - og áðrenn Russland leyp á Ukraina - segði amerikanski forsetin, at um Russland gjørdi innrás í Ukraina, fór nýggja russiska gassleiðingin - Nord Stream 2 - ikki at gerast brúkilig. 

 

Hesum fór USA at syrgja fyri.

 

Eisini hevur fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, fleiri ferðir sagt, at hann er ímóti russisku gassleiðingunum vegna orkutrygdina í Evropa.

 

Í russiskum miðlum verða hesar útsagnir lagdar út sum møguligar hernaðarligar hóttanir.

 

- Joe Biden hevur skyldu at svara. Vit mugu taka ábyrgd av tí, vit siga. Misskiljingar av tí, sum sagt verður, frítaka okkum ikki fyri ábyrgd, sigur Maria Zakharova sambært AP.