Russland vísir svenskum diplomatum av landinum og tosar um vánalig viðurskifti

Russisku viðurskiftini við Svøríki eru vánaligari enn nakrantíð, sigur russiska uttanríkisráðið.

 

Russisksa sendistovan í Stokhólmi. Svøríki vísti í apríl fimm russiskum sendifólkum av landinum. Í dag hevur Russland svarað aftur og víst fimm svenskum sendifólkum av landinum. - Foto: Staff/Reuters

Russland hevur víst fimm svenskum sendifólkum av landinum og vil eisini lata aftur svenska konsulátið í Sankta Pætursborg.

Tað skrivar tíðindastovurnar AFP og Reuters.

Harumframt ljóðar, at viðurskiftini við Svøríki ongantíð hava verið verri.

Russiska uttanríkisráðið skrivar soleiðis, at viðurskiftini millum londini »eru komin á higartil lægsta støðið«.

Svøríki vísti fyri einum mánaði síðani fimm russiskum sendifólkum úr Svøríki.

Boðini í dag verða mett at vera russiska svarið.

– Avgerð er tikin um at lýsa fimm svensk sendifólk fyri persona non grata, skrivar russiska uttanríkisráðið.

Svenska sendifrúan í Russlandi, Malena Mard, er kunnað, verður sagt.

Eitthvørt land kann til eina og hvørja tíð vísa sendifólkum av landinum – eisini uttan at koma við nakrari frágreiðing. Tað er eitt amboð, sum kann nýtast, um tú tildømis hevur illgruna um njósning ella bara vilt sendi eitt signal um ónøgd.

Heitið »sendifólk«, ella »diplomatur« verður vanliga brútk um fólk, sum eru útsend sum almenn umboð fyri land sítt og eru knýtt at sendistovum ella felagsskapum.

Viðurskiftini millum Svøríki og Russland eru versnað, síðani sviar í fjør søktu um limaskap í vesturlendsku verjusamgonguni Nato.

Svøríki, sum søkti saman við Finnlandi, er mótvegis finnum enn ikki vorðin limur í samgonguni. Teimum vantar gjønt ljós úr Turkalandi og Ungarn.

Nato hevur ein høvuðsleiklut í sambandi við kríggið í Ukraina.

Russland kravdi, tá kríggið nærkaðist, vissu fyri, at Ukraina ongantíð fór at gerast limur í Nato. Hesum noktaði Nato at eftirlíka.

Sambært russum fer at hótta trygd landsins, um Ukraina verður limur í Nato.

Nógv Nato-lond hava stuðlað Ukraina við hernaðarútgerð, eftir at Russland hevur gjørt innrás í landið. Tað eru tó ikki send Nato-herfólk inn í Ukraina, tí Ukraina er ikki limur í verjusamgonguni.

Danmark, Ísland og Noreg eru millum tey 30 limalondini í Nato.

/ritzau/

 

Russisksa sendistovan í Stokhólmi. Svøríki vísti í apríl fimm russiskum sendifólkum av landinum. Í dag hevur Russland svarað aftur og víst fimm svenskum sendifólkum av landinum. - Foto: Staff/Reuters