Russland vísir tíggju norskum sendifólkum av landinum

Russland fer at vísa tíggju norskum sendifólkum av landinum, upplýsir norska uttanríkisráðið sambært Reuters.

 

Norska sendistovan í Moskva

Tað er hevnd fyri, at Noreg vísti 15 russiskum starvsfólkum á sendistovuni av landinum fyrr í apríl. 

– Russisku myndugleikarnir siga, at tað er eitt svar upp á avgerðina hjá Noreg, skrivar ráðið í eini fráboðan og vísir til útvísingingina av russiskum sendifólkum í Noreg.

Fleiri evropisk lond hava í kjalarvørrinum av russisku innrásini í Ukraina í februar í 2022 biðið russisk sendifólk um at fara heim.

Í gjár vísti Svøríki fimm russiskum sendifólkum av landinum.

Russland hevur útvíst sendifólkum frá fleiri londum, teirra millum Danmark.

/ritzau/

 

Norska sendistovan í Moskva