Sunnudagin verður tjóðartingsval í Russlandi, og alt bendir á, at Vladimir Putin, forseti, og hansara sameindu fara at vinna greiðan sigur. Men teir fáa eisini góða hjálp.
Andstøðingar í Russlandi og vesturlendskir eygleiðarar siga, at tað eru fregnartænastumenn, sum stýra Russlandi í dag, og at hetta eru menn, sum fingu sína útbúgving hjá KGB í gamla Sovjetsamveldinum. Tríggir fjórðingar av teimum ovastu embætismonnunum í Kreml hava tilknýti til trygdartænastuna FSB, sum kom ístaðin fyri KGB, ella onkta av teimum loyniligu hernaðartænastunum.
Bretska blaðið The Economist skrivar, at FSB hevur tað veruliga valdið í dagsins Russlandi. Sergej Kovaljov, sum var ein av stuðlunum hjá Andrej Sakharov, sigur við blaðið, at FSB brúkar ikki somu framferð sum KGB, men at tænastan kortini ger seg inn á grundleggjandi rættindi.
-Í ein ávisan mun kunnu vit siga, at støðan er verri nú enn í sovjettíðini,. Øll, sum taka avgerðir, hava somu hugsjónir og somu uppfatan av, hvussu staturin skal skipast, sigur Kovaljov við Reuters.
Í dag verður Sergej Kovaljov roknaður sum ein av teimum seinastu stríðsmonnunum fyri mannarættindum í Russlandi. Í 1974 varð hann dømdur sjey ára fongsul. Hann ásannar, at russar hava størri talifrælsi í dag enn í sovjettíðini, men at talifrælsið er undir strongum eftirliti.