Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Navalnyj fekk dómin 4. august. Hann hevur sjálvur víst frá sær allar seks ákærurnar fyri at vera víðgongdur, sum hann er dømdur fyri.-19 ára fongsulsdómurin varð lagdur oman á ein dóm upp á 11,5 ár, sum hann hevur fingið áður fyri millum annað svik.
Hann situr dómin í eini fangalegu meira enn 200 kilometrar eystan fyri Moskva.
Navalnyj var í eini svartari fongulsdrakt, tá kærumálið varð avgjørt í gjár.
Tað var bara avgerðin, sum var opin fyri fjølmiðlum. Restin av kærumálinum fór fram – hóast mótmæli frá advokatunum hjá Navalnys – handan stongdar dyr.
47 ára gamli Navalnyj er tann kendasti andstøðupolitikarin í Russlandi.
Í august í 2020 var hann eitraður um borð á einum russiskum ferðafólkaflogfari.