Helena Dam á Neystabø, býráðslimur í Havn fyri Javnaðarflokkin, hevur biðið um at fáa hølisviðurskiftini hjá grafiska listafelagnum, ListGraFo, upp til nýggja viðgerð í mentamálanevndini.
Talan er um eina rættiliga langa hølisorrustu, ið strekkir seg aftur til 2013. ListGrafo hevur í fleiri ár samskift við kommununa um at fáa innivist, og í 2018 fekk ListGraFo leigusáttmála frá kommununi um gomlu evningsstovuna í kommunuskúlanum, sum nú er Finsen.
Hóast báðir partar høvdu góðtikið sáttmálan, varð hann ongantíð undirskrivaður, og endin varð, at kommunan valdi at síggja burtur frá leigusáttmálan og lata hølini til talvfelagið ístaðin.
Les eisini: Eingi høli eftir átta ár
Helena Dam á Neystabø tók málið upp aftur á seinasta býráðsfundi, har hon vildi hava býráðið at atkvøða um at halda tann leigusáttmálan, sum kommunan hevði gjørt við ListGraFo. Málið varð umrøtt, men atkvøðan bleiv av ongum, og tí hevur Helena Dam á Neystabø biðið um at fáa hølismálið á skrá aftur hjá mentamálanevndini.
Fundur var í mentamálanevndini í gjár, men stundir vóru ikki at viðgera málið á júst tí fundinum, og tí kemur málið á skrá til næsta fund.
Øll útgerðin hjá ListGraFo, millum annað fleiri stórar pressur, varð goymd burtur í einari goymslu á Hjalla og í einari bingju í Kollafirði í august í fjør. Nevndin í ListGraFo hevur ikki havt atgongd til bingjuna síðan tá, og veit tí ikki at siga, hvørjum standi útgerðin er í.