Norska nóta- og trolskipið ?Ordinat? er selt til Hirtshals. Tað er felagið Ruth A/S í Hirtshals, sum hevur gjørt makaskiftið við felagið Økland Fiskebát í Bergen, soleiðis at skipið Ordinat verður selt til Hirtshals og Ruth verður seld til Bergen.
Felagið Ruth A/S í Hirtshals fær eitt nýggjari skip, sum er bygt í 2003 og er 68,8 m langt, ímeðan felagið Økland Fiskebåt í Bergen fær gomlu Ruth, sum er bygd í 1998 og er 61 m long.
Felagið Ruth A/S sigur, at Ordinat kemur til Hirtshals í komandi viku og fer til fiskiskap beinanvegin, skrivar fiskerforum.dk.
Felagið í Hirtshals, sum føroyingarnir Gulak Madsen, Mikkjal Godtfred o.a. eiga, eigur stórar kvotur av pelagiskum fiskasløgum. Nýggja skipið fer fyrst á sildaveiðu, og fer helst at fiska sild stóran part av summarinum.